Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sambært lógini sum varð samtykt í Løgtinginum í dag um ósemjuna ímillum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, er tað Sjúkrahúsverkið sum skal meta um og gera av, hvørji starvsfólk Sjúkrahúsverkið ikki fær verið fyri uttan.

- Sjúkrahúsverkið skal kalla starvsfólk inn eftir somu grundreglum, sum undantøkini higartil eru givin eftir, soleiðis at tryggjað verður, at sjúklingatrygdin ikki kemur í vanda. Tí kann væntast, at støðan, sum hevur verið undir verkfallinum higartil, fer at halda fram, eftir at lógaruppskotið er samtykt, stendur millum annað í viðmerkingunum.

Sostatt er tað sjúkrahúsleiðslan, Steinar Eirikstoft, sum skal kalla neyðugu starvsfólkini inn.

Eru sjúkrarøktarfrøðingarnir ósamdir, kunnu teir leggja málið fyri eina nevnd, sum skal taka støðu innan 24 tímar. Men sjúkrarøktarfrøðingarnir noyðast kortini til arbeiðis, til nevndin hevur gjørt sín úrskurð.

VP hevur vent sær til Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóra um eina viðmerking, men hann hevur ikki vent aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo