Skúlablaðið: - Vit – fimm mammur – startaðu so felagið, tí vit áttu dreingir, ið høvdu lesi- og skrivitrupulleikar. Vit fingu ikki hjálp, sigur Anne-Karin Kjeld, psykoterapeutur og forkvinna í Felagnum fyri lesi- og skriviveik.
Tær fimm mammurnar fingu samband við Hallgerð Arge Hansen, serlesilærari, og Doris Hansen, ið legði lunnar undir MBF, Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, hjálptu teimum í gongd.
Felegið hevur í løtuni 57 næmingar og 14 lærarar.
- Og eg vil næstan siga tað, at vit hava teir bestu lærararnar í landinum, sigur Anne-Karin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo