Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Arbeiðið at orða ein heilsupolitikk fyri Føroyar er sett í gongd. Lunnar verða lagdir undir eina nýggja og breiða langtíðarætlan fyri heilsuverkið, sum fevnir um tíðarskeiðið 2025–2035. 

Heilsupolitikkurin hevur til endamáls at seta kós og geva felags fatan av framtíðini hjá føroyska heilsuverkinum. Við politiskari, fakligari og almennari undirtøku verður skipað fyri nøktandi raðfestingum og átøkum, sum skulu styrkja sálarliga, kropsliga og sosiala vælveru hjá øllum føroyingum. Visjónin er, at føroyska heilsuverkið skal vera á støði við bestu heilsuverkini í heiminum.

- Ein heilsupolitikkur skal ikki bara vera eitt skjal, men ein felags ætlan fyri, hvussu vit tryggja bestu heilsutænasturnar til allar føroyingar. Við breiðari semju og samstarvi kunnu vit leggja lunnar undir eitt burðardygt og gott heilsuverk, sum bæði røkkur dagsins avbjóðingum og framtíðar tørvi, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo