Seinastu tíðina hevur Fólkaflokkurin átt meginpartin av tíðindunum í KVF.
Tað er óvanligt og boðar ikki frá góðum.
Millum tey fáu, sum ikki skilja tað, eru tey, sum taka av tilboðið um at úttala seg.
Neyðugt er at kenna sítt pláss í rekkjuni.
Skal eg gerast ónøgdur um, at eg var uppstillaður og ongan landsstýrissess fekk?
Tað gevur onga meining.
Tí áttu tey, sum hava úttalað seg seinastu dagarnar, at skilt, at nú er tíð at gevast.
Eg minnist, tá KVF í 1994 var boðið í privat heim, at síggja ávegis floks- og statskvett.
Eisini minnist eg, hvussu summi arbeiddu í nógv ár fyri at skifta formann.
Tá tað at enda gekk, royndist valdagurin sera illa.
Eg minnist eisini, tá tey bønaðu og bóðu Edmund stilla upp, tí veljarakanning vísti, at katastrofan orsaka av orrustu um formann var vís.
Somu fólk, sum spiltu hann út í minst 15-20 ár, noyddust tá at krúpa til krossin.
Summir politikarar eru bara betri enn aðrir.
Og onkrir eru nógv betri.
Eg haldi ikki tað er skilagott at fólk ganga runt og spilla formannin út í tíð og ótíð.
Um tey vita tey eru í minniluta, so eiga tey at verða nøkulunda saklig fyri at fáa ein meiriluta.
Annars verður tað sama katastrofa sum í Sambandsflokkinum.
Tað eru ivaleyst einfaldar orsøkir til, at atkvøðutalið í Tórshavn er so lágt hjá bæði A og B.
Fyri ikki so nógvum árum síðan spurdi onkur á sambandsfundi, hvørjir eru okkara veljarar og hvørjir eru okkara potentiellu veljarar.
Spyrjarin fekk onki svar.
Minnist eisini at til seinasta val var stór veljarakanning gjørd av Fólkaflokkinum, sum vísti, at tað týdningarmesta málið í Havn var fiskivinna.
Sigast kann tí sum í brókatátti: Allir teir á bátinum vóru, egndu fyri kalva, uttan Jóannis Niklasson, hann egndi fyri seg sjálvan.
Kanska vit kundu byrja við hvat fiskaslag vit vilja hava og síðan finna rætta agnið.
So eru vit til reiðar valdagin.
Tað er í meira lagi av kingosangarum í løtuni.
Veljarin vil heldur hoyra kórsang.
Eivind Jacobsen
Strendur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo