67 ára gamli Kenny Dalglish - eisini kendur ímillum Liverpoolarar sum King Kenny - er nú krýndur Sir Kenny Dalglish, skriva enskir miðlar.
Serstaka heiðurin hevur hann fingið fyri sínar tænastur innan ítróttin, og fyri tað hann hevur gjørt av vælgerðum og ímóti Liverpool býi.
Dalglish vann 29 tittlar sum fótbóltssleikari við Celtic og Liverpool, sum keypti hann frá skotska felagnum fyri 440.000 pund í 1977.
Dalglish vann eisini enska meistaraheitið sum venjari hjá Liverpool og Blackburn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo