Ungdómur í summarsins pisubúna
er vakin til sólarrenning
letur ei møguleikar fúna
við samfelagnum í rúkandi menning
hann áræðin tekur við
í sólarglæmu nú- og framtíðar
og heiminum við sína lið
í bláning hómast Føroyar hughaftsfríar
tó at frælslyndi búnan kann klíva
kringsett av øðrum litum
finnast enn sólglottar ið líva
tjóðarinnar upprísandi oddvitum
á døgum við ymiskum sólargangi
til tíðir sólarleyst
ber ungdómur sólarris í sínum fangi
vil uppliva lívið tá tað er best
ungdómsins tíð er altíð
í summarsins veitslubúna
tíðar- og sorgleys
uppbyggjandi hughaftsfrí
letur hon seg aftur krúna.
30. juni 2024
hwj
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo