Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann beinleiðis orsøkin er, at okkara handbóltur nú er á so høgum støði, at vit eftir vanligum reglum skuldu spælt heimadyst ímóti fremstu liðum heimsins.

Fyri at lúka treytirnar mugu vit hava ein innivøll, og tí er neyðugt at byggja eina stórhøll.

Eyðsæð er, at hetta fer at gagna handbóltinum, men eisini fer at hjálpa nógvum øðrum ítrótti.

Tá tekur spurningurin seg upp, um hetta tiltak eisini kann verða fótbóltinum at gagni.

Ein fótbóltsvøllur er nógv størri enn ein handbóltsvøllur.

Men spurningurin er, um tað ber til at gera eina høll so stóra, at pláss verður fyri einum fótbóltsvølli.

Tey byggikønu siga, at hetta ber til.

Kostnaðurin av handbóltshøllini er meir enn 200 milliónir, og við at vaksa hesa verkætlan til eina fótbóltshøll gerst hon 100 milliónir dýrari.

Spurningurin er nú um vit skulu ganga saman um eina veruliga Føroyahøll bæði fyri fótbólt og handbólt.

Tað er eitt gott hugskot at høllin verður ein sjálveigandi stovnur.

Tá fer at liggja væl fyri at fíggja byggingina við lánsbrøvum, sum øll kunnu keypa.

Tey eru mong, sum gjalda negativa rentu í bankunum.

Tann sjálveigandi stovnurin, sum skal eiga og reka hesa høll, kann fáa loyvi til at selja lánsbrøv, sum geva eitt sindur betri rentu enn bankarnir.

Tá hevði ikki staðið á at fingið ta neyðugu upphæddina til eina so skilagóða verkætlan.

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo