Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Annað árið á rað hevur NSÍ vunnu seg í steypafinaluna hjá kvinnum - Mynd: Bjarni Enghamar

Annað árið á rað hevur NSÍ vunnu seg í steypafinaluna hjá kvinnum - Mynd: Bjarni Enghamar

Annað árið á rað hevur NSÍ vunnu seg í steypafinaluna hjá kvinnum - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Leygardagin 13. november verður ársins steypafinala hjá kvinnum spæld á Tórsvølli. Liðini í finaluni vera NSÍ og HB.

Leygardagin vóru seinnu hálvfinalurnar á skránni. Við tveimum málum syrgdi Rúna Jacobsen fyri einum 2-0 sigri til HB á 07 Vestur, og tryggjaði harvið teimum reyð-svørtu ein samlaðan 3-1 sigur.

Í hinari hálvfinaluna vann NSÍ samanlagt 8-0 á B36. Fyrri dysturin, sum varð spældur í Runavík, endaði 5-0 til heimaliðið, og leygardagin gjørdu runavíkskvinnur arbeiðið liðugt, og vunnu 3-0. Heidi Sevdal gjørdi øll trý málini.

Steypafinalan í fjør var millum KÍ og NSÍ, sum klaksvíkskvinnur vunnu við trimum málum móti ongum.

Í kappingini um Løgmanssteypið verða fyrru hálvfinalurnar spældar 20. og 21. november, og seinnu hálvfinalurnar verða 27. og 28. november.

NSÍ og HB hittast í aðrari, meðan B36 og Víkingur møtast í hinari. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 4. desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo