Væl umtókti heilivágurin Wegovy sum millum annað ger at fólk minka í vekt hevur keðilig hjáárin sum gera, at fólk eiga at vita um tey.
Tað hevur danska lægemiddelstyrelsen ávarað ímóti í tíðindaskrivi.
Tey sum brúka Wegovy eru í størri vanda fyri sonevndari aspiratión, sum er, tá tað sum er í maganum endar í lungunum.
Hetta er ikki fyrsta bakkastið, sum nýggi og væl umtókti heilivágurin hjá donsku fyritøkuni Novo Nordisk hevur verið fyri. Áður hava amerikanskir heilsumyndugleikar verið frammi við fremstafingri, tí ávísir vansar eru ella kunnu standast av at brúka heilivágin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo