Sjúrður Skaale á Facebook: Í dag er eitt ár síðani, at kríggið millum Iran / Hezbollah / Hamas byrjaði við terrorálopinum hjá Hamas.
Tann størsta einstaka massakran var á Nova Festivalinum, har uml 364 blivu dripin, og nógv fleiri særd.
Eg havi júst vitjað har - tað var hugvekjandi. (Sí video).
(Tað hoyrast nøkur granatskot í videonum. Tað er ísraelski herurin, sum svarar aftur uppá tey mongu bumbuálopini, sum hava verið úr Gaza í dag - harav eitt rakti Tel Aviv-økið.
Skjótingin er inni úr Gaza. Tað er altso beint við, men als ikki so nær, sum tað ljóðar).
(Eg nevndi ikki ólógligu búsetingar. Sjálvandi má Ísrael eisini steðga teimum, skal ein loysn finnast!!!)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo