Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

NOV: Mikudagin hin 10. januar 2024 kl. 15.00 – 17.00 á Listasavni Føroya.

Lurtivarðhald eru ein háttur at kanna og hugsavna seg um samfelagið her og nú. Hetta lurtivarðhaldið hevur áhuga í ongum minni enn Føroyum og heiminum í dag.

Lurtivarðhald geva luttakarunum møguleika at deila royndir frá ymiskum leiklutunum, sum tey hava sum samfelagsborgarar.

Lurtivarðhald eru tí viðkomandi fyri at menna forstáilsið av samfelagnum umframt at kanna egnar spurningar.

Vit bjóða luttakarunum saman við okkum at kannað prosessirnar, sum fara fram í samfelagnum í løtuni.

Hugskotið er ment av   (An Organisation for Promoting Understanding of Society) í London www.opus.org.uk.

Framferðarháttur á einum Lurtivarðhaldi

Eitt lurtivarðhald er í trimum stigum:

1. Deiling av royndum, sum eru frammi í løtuni
Heitt verður á luttakararnar at eyðmerkja, tosa um og kanna royndir frá leiklutunum sum samfelagsborgarar: arbeiðandi, lesandi, arbeiðsleys ella pensjóneraði. Tað sama ger seg galdandi frá t.d. politiskum og andaligum samanhangum, frá familju ella nærsamfelagnum/grannalagnum.

2. Eyðmerking av høvuðs/megin temum.
Her royna luttakararnir saman at finna høvuðs/megin temu, sum eru komin undan kavi í 1

3. Endalig hugleiðan
Við at viðgera tilfarið, sum er komið fram á undanfarnu stigunum, royna luttakararnir í felag at lýsa dynamikkin, sum er virkin, umframt at menna hypotesur um, hví hesin dynamikkur er íkomin beint nú.

Tað eru knýttir NOV-ráðgevar til hvørt lurtivarðhald.

Skrá
15.00 Deilan av royndum frá leiklutinum, sum samfelagsborgari
15.45 Steðgur
16.00 Bólkar: raðfesta temu
16.30 Stuttur steðgur
16.35 Framløga í plenum og endalig hugleiðan
17.00 Endi

NOV
- Netverk við persónum, sum arbeiða við Organisatiónssálarfrøði í Verki. Endamálið við netverkinum er at stimbra og menna førleikar at brúka psykodynamisku og systemteoretisku organisatiónssálarfrøðina í verki.

Vit eru eitt nonprofit netverk, sum javnan samlast at arbeiða við og viðgera ymisk viðurskifti, sum vit uppliva hvør sær t.d. í arbeiðslívinum, torskildar avbjóðingar, ymisk rák í samfelagnum og truplar støður.

Vit hava avgjørt at bjóða part av hesum arbeiðsháttinum til organisatiónir í Føroyum. Tó serliga til organisatiónir, sum fáast við t.d. nonprofitvirksemi, eru áhugafeløg og hjálparfelagsskapir uttan munandi játtan ella fíggjarorku.

Luttøkan er ókeypis, tú teknar teg til Lurtivarðhald við at senda ein teldupost til jhs@jhs.fo í seinasta lagi 9. januar 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo