Felagið Nótaskip: Felagið Nótaskip hevur fingið fiskiskapin eftir lodnu í íslendskum sjógvi MSC góðkendan. Arbeiðið við at fáa hesa góðkenning byrjaði í mars í fjør, og nú fyrst í februar verður endaliga góðkenningarfrágreiðingin løgd á heimasíðuna hjá MSC.
Eftir hetta kann lodna, sum skipini í Felagnum Nótaskip fiskað í íslendskum sjógvi, seljast sum MSC góðkend. Føroyar eiga í hesi vertíðini eina kvotu upp á 30.000 tons. Fiskiskapurin byrjar helst fyrst í februar.
Frammanundan er íslendski lodnufiskiskapurin MSC góðkendur gjøgnum felagsskapin Iceland Sustainable Fisheries. Íslendingar fingu hesa góðkenning í 2017. Góðkenningarnar hava 5 ára gildistíð, og skulu síðan endurnýggjast.
MSC góðkenningin kann ávirka eftirspurning og prís á teimum makrnaðum, sum gjalda mest fyri fiskin. Føroyska lodnan verður fyri tað mesta seld til Japan, Kina og Russland.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo