Tórshavnar kommuna: Í vikuni varð partiturið – nótaritið – til kendu kompositiónina hjá Williami Heinesen givið út í bók.
Talan er um eina bók, sum er uppá meira enn 170 síður, og í henni eru nótar til øll ljóðførini í einum symfoniskum orkestri. Harumframt liggur eisini ein geymi (usb-pinnur) við bókini, har nótarnir liggja á.
Tað er Bjarni Restorff, tónasmiður, kórleiðari og tónleikalærari, sum gevur bókina út, og tað er eisini hann, sum hevur gjørt útsetingarnar.
Tað eru longu 14 ár síðan, at hann gjørdi útsetingarnar til Norsku Løvu hjá William Heinesen. Tað varð av fyrstan tíð niðurskrivað fyri klaver, og teir nótarnar hevur Bjarni Restorff havt í varðveitslu. Bjarni Restorff var tó av teirri fatan, at verkið var eitt orkesturverk, heldur enn eitt klaververk, og tí fór hann í 2007-2008 sjálvur undir at útseta verkið fyri orkestur.
Men tankin er tó nógv eldri enn so. Hann stavar heilt afturi frá 70-unum, tá Bjarni Restorff nevndi fyri Robert Oughton, sum tá var leiðari hjá Havnar Hornorkestri, og stutt eftir hevði bretin sett verkið út fyri hornorkestur.
Nú er verkið hjá kenda rithøvundan, listamanninum og tónasmiðinum so útsett fyri orkestur og givið út í bók. Bókin fæst til keyps í bókahandlunum og kostar 500 krónur.
Bjarni Restorff er sum sagt tónasmiðjur, kórleiðari og tónleikalærari. Hann hevur undirvíst á Tórshavnar Musikkskúla síðan 1984 og í frítíðini hevur hann verið kórleiðari hjá nógvum ymiskum kórum. Í 1986 stovnaði hann saman við øðrum Tórshavnar Manskór, sum hann framvegis stjórnar.
Á myndini sæst Bjarni Restorff saman við Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóra. Tórshavnar kommuna hevur stuðlað útgávuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo