Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Svenska Maria Fredriksson (f.1975) hevur gjørt henda - helst - mest sjáldsama heimildarfilm í norðurlendskari filmssøgu.

Mikudagin sýnir Filmsfelagið spildurnýggja filmin, ”Miraklet i Gullspång”, sum allastaðni fær bestu ummæli. Filmurin sigur okkum frá um tvær norskar systrar, ið fáa eitt tekin frá Gudi, um at keypa eina íbúð í fjarlagda svenska staðnum Gullspång.

Tá systrarnar koma fram, verða tær púra paff, tí hon, ið húsameklarin sigur, vil selja íbúðina, líkist so akkurát eldru systrini, sum tók lívið at sær fyri 30 árum síðan. Ja, tær eru sannførdar um, at tað er hon.

Tað, ið byrjaði sum ein hugnaligur fundur og stevna teirra millum, verður til ein sniðfundigan leik um lygnir, loynidómar og tann týdning, trúgvin hevur.

Onkur ummælari heldur, at amerikanski David Lynch man hava havt ein fingur ella tveir við í svenska filminum um norsku systrarnar.

Maria Fredriksson hevur stovnað kvinnuliga framleiðslufelagið Ballad Film.

FILMSFELAGIÐ: 10/1 2024 kl 20:00 Miraklet i Gullspång (Maria Fredriksson, Svøríki 2023 108 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo