Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ferðafólkið umborð á Norrønu hevur júst fingið at vita, at tey fara at kroka undir Hetlandi til tað ringasta er av hasað.

VP frættir frá fólki umborð, at túrurin higartil hevur verið góður, og hýrurin er eisini góður umborð, hóast tey nú verða nakað seinkað heimaftur.

- Skipið er fullsett, nógv hava verið jólatúr, og lagið er bara heilt gott, verður sagt.

Hjá Smyril Line vátta tey, at avgerð er tikin um at kroka við Hetland.

- So Norrøna, sum skuldi vera á Havnini klokkan 7.30 í morgin ári, kemur nú ikki á Havnina fyrr enn seint týskvøldið, sigur Henny á Líknagøtu, sølu og marknaðarstjóri á Smyril Line við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo