Í dag koma norðurlendsku verjumálaráðharrarnir til Føroya á fund. Talan er um ráðharrafund í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen eru vertir fyri fundinum, sum byrjar í Tinganesi seinnapartin og heldur fram á Hotel Hafnia týsdagin. Vitjað verður eisini á Sornfelli.
Á skrá fyri fundin er millum annað trygdarstøðan í Norðurhøvum, samstarv í NATO og kríggið í Ukraina.
Týsdagin kl. 10:30 verður tíðindafundur á Panorama á Hotel Hafnia, har londini í NORDEFCO undirskriva ein nýggja visjón fyri samstarvið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo