Leygardagin 2. mars verður norðurlandameistarakapping í innirógving.
Kappingin, sum kallast Nordic Indoor Championship, verður skipað uppá skift av limalondunum í Nordic Rowing, og í ár er tað danska róðrarsambandið, sum stendur fyri kappingini. Hini limalondini í Nordic Rowing eru Finland, Svøríki, Noregi og Ísland.
Síðan Covid hevur kappingin verði skipað netborið/virtuelt og tað verður hon eisini hesuferð. Tað ber við sær, at luttakararnir sjálvir standi fyri tilmeldingini og kunnu kappast har tey ynskja. Føroysku luttakararnir hava tó sligið seg saman, og kappast í felag fýra støð í landinum, í Vági, á Tvøroyri, í Sandavági og við Gøtugjógv.
Róðrarsambandið er við í fimleikahøllini í skúlanum við Gøtugjógv, har vit stroyma beinleiðis á YouTube vanganum hjá Róðrarsamband Føroya, dagføra úrslitatænastuna og socialu vangar okkar. Áskoðarar eru vælkomnir at heppa uppá rógvarnar.
390 setur eru tilmeldað til Nordic Indoor Championship 2024 – harav eru 57 føroysk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo