Sambandsflokkurin: Formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur á summarfundi í Trondheim gjørt av at seta ein arbeiðsbólk at útgreina tørvin fyri eini dagføring av Helsingfors sáttmálanum – ofta nevnd “grundlógin” fyri norðurlendska samstarvinum.
Johan Dahl luttók á fundinum, og varð valdur í arbeiðsbólkin.
- Eg eri sera glaður fyri at verða valdur sum føroyska umboðið í arbeiðsbólkinum. Føroysk ynski og áhugamál mugu vera væl umboðað í útgreiningini av tørvinum at dagføra sáttmálan. Eg gleði meg til, at arbeiðið fer í gongd.
Sáttmálin var seinast dagførdur í 1996.
Les meira á leinkjuni: https://www.norden.org/da/node/81543
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo