Parasport Føroyar og fimleikafelagið Ljósið: Leygardagin 22. oktobur verður Norðurlendsk Special Olympisk fimleikakapping í Badmintonhøllini í Havn.
Tað eru Parasport Føroyar og fimleikafelagið Ljósið sum skipa fyri kappingini.
Luttakarar í kappingini koma úr Íslandi, Danmark, Noregi og Føroyum.
Framførslurnar byrja kl. 09.00 tá flokking av íðkarunum er á skránni.
Kl. 11.45 verður setanarhald, og sjálv kappingin verður frá kl 12.00 til uml. kl 15.00
Endamálið við kappingini, er at geva føroysku fimleikarunum, Loppunum, møguleika at kappast á heimagólvi, at menna samstarvið ímillum fimleikaumhvørvini í norðurlondum, og at vísa á møguleikan hjá fólki við menningartarni at gera fimleik.
Øll eru vælkomin at hyggja eftir kappingini, og tað er ókeypis atgongd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo