Heilsumálaráðið: Í gjár setti Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, norðurlendsku ráðstevnuna hjá Sjúkrarøktaretiska Ráðnum.
Á hvørjum ári verður skipað fyri ráðstevnu, fyri limirnar í norðurlendska samstarvinum fyri sjúkrarøktaretisk ráð.
Í ár er Sjúkrarøktaretiska Ráðið í Føroyum vertur fyri ráðstevnuni, har evnið er, týdningurin av málburði fyri etikkin í sjúkrarøktini.
Á ráðstevnuni luttaka sjúkrarøktaretisku ráðini í Danmark, Svøríki, Noreg, Grønlandi og Føroyum.
Røðan hjá landsstyriskvinnuni kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo