Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr. 2/2023: Uppskot til samtyktar um at yvirtaka Norðurlandahúsið Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen, løgtingsmenn, hava lagt málið fram 3. august 2023 og eftir 1. viðgerð 5. septembur 2023 er tað beint Mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 7., 14. og 21. septembur 2023.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við ráðgevandi nevndina fyri Norðurlandahúsið, stýri og stjóra fyri Norðurlandahúsið, landsstýriskvinnuna í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, og landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Sólvit E. Nolsø, Jóhannis Joensen, Súsanna Bertholdsen, Liljan Weihe, Erling Eidesgaard og Magnus Rasmussen) hevur hesar viðmerkingar:

Uppskotsstillararnir vilja hava Løgtingið at heita á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri yvirtøku av Norðurlandahúsinum, tí føroyingar onga ávirkan hava á virksemið í húsinum, og tí virksemið verður brúkt at ávirka viðurskiftir, sum vit sjálvi eiga at mynda.

Norðurlandahúsið fær árliga eitt beviljningsbrev (játtanarskriv) frá Norðurlendska ráðharraráðnum. Í játtanarskrivinum fyri 2023 stendur m.a., at Norðurlandahúsið skal verða við at fremja yvirskipaðu málini, sum Norðurlendska ráðharraráðið setur. Yvirskipaðu málini fyri 2023 eru Grøn Norðurlond, Kappingarfør Norðurlond og Sosialt burðardygg Norðurlond.

Norðurlandahúsið skal arbeiða fyri at fremja hesi yvirskipaðu málini, men tað stendur eisini í játtanarbrævinum, at tað setur rammur, mál og ætlanir fyri arbeiðið hjá stovninum uttan tó at smástýra stovninum.

Av øðrum arbeiðssetningum, sum Norðurlandahúsið hevur, verða millum annað eisini nevndir:

- Norðurlandahúsið skal vera ein pallur fyri norðurlendskari list og mentan og skal gera sjónliga føroyska list og mentan í Norðurlondum.

- Norðurlandahúsið skal skipa fyri tiltøkum, sum koma børnum og ungum við og skal eisini miða eftir at raka breitt í lokalsamfelagnum.

Føroyar hava ávirkan á yvirskipaðu málini ígjøgnum árligu fundirnar hjá forsætisráðharrunum, har løgmaður luttekur, meðan karmarnir yvirskipað verða fyltir út av samstarvsráðharrunum, har føroyski samstarvsráðharrin luttekur, og verða umsitnir av teimum einkultu ráðharraráðunum, har føroysku landsstýrisfólkini taka lut á sínum øki. Harafturat hava vit tveir limir í Norðurlandaráðnum, sum á parlamentariskum støði hava møguleika at ávirka og atkvøða.

Norðurlandahúsið hevur eitt stýri við fimm limum, umframt eitt starvsfólkaumboð, har Føroyar, sum einasta land, hava ein fastan lim. Tað er landsstýrisfólkið í mentamálum, ið skjýtur føroysk umboð upp. Tað er eisini ein ráðgevandi nevnd við 15 limum, sett av Mentamálaráðnum. Allir limirnir eru føroyingar.

Tryggingarvirðið á húsinum er 200 mió. kr. umframt innbúgv og útgerð.

Harafturat kemur raksturin av húsinum, sum í løtuni er uml. 25 mió. kr. um árið, har landsstýrið játtar 1,7 mió. kr.

Samanumtikið metir meirilutin ikki, at tað er rætt, sum uppskotsstillararnir føra fram, at føroyingar onga ávirkan hava á virksemið í Norðurlandahúsinum. Føroyar eru partur av norðurlendska samstarvinum, umframt at vit hava umboð í stýrinum og eina føroyska ráðgevandi nevnd.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Bárður á Lakjuni) hevur hesar viðmerkingar:

Norðurlandahúsið. Eitt serstakt hús til serstakar upplivingar. Stásiliga, grasgrøna rútahúsið, sum stendur so avbera væl í lendinum við Sortudíki, hevur verið karmur um nakrar av allarbestu og sterkastu listarligu upplivingum hjá minnilutanum, umframt so mangt annað. Minnist sum yngri, at tað, at fara í Norðurlandahúsið, var nakað heilt serligt, tí alt húsið er so serstakt, gjørt úr besta tilfari, og tað er kelað fyri hvørjari detalju. Og síðani henda frálíka kenslan av at verða drigin inn í eina aðra verð, meðan ljósini undir loftinum spakuliga fána og yvirlata plássið til tónleikin, sjónleikin, dansin, sangleikin ella eitthvørt annað forkunnugt. Í hugaheimi minnilutans hava løturnar við stóru sangleikunum verið serliga gevandi og standa sterkar í minninum.

Í 1997 var man framvegis tannáringur og gekk á student. Tað var bergtakandi at vitja húsið og síggja og hoyra sangleikin, Skeyk, og tað vakti ein serligan alsk til sangleik sum listagrein – ella rættari listagreinir. Tað er jú eitt tyssi av ymiskari list, sum verður vovið saman til eina spennandi og litríka framførslu, sum dregur áskoðaran inn í annan heim. ”Hetta er okkara land, hetta er okkara land, einki annað eiga vit, tað er okkara land…” sungu tey dugnaligu ungu tá, og tað rungar framvegis í heysinum, tá ið leitað verður aftur til ta sælu løtuna. Ein løta, sum heilt vist er ein av stóru grundunum til, at minnilutin sjálvur annar hevur sett nógvar sangleikir upp saman við spentum, lívsfrískum og dugnaligum ungfólki í arbeiðinum sum lærari.

Seinni komu fleiri og frálíkir sang- og sjónleikir, og tað slepst ikki undan at nevna ótrúligu heildar-upplivingina, sum tað var at síggja Hamlet hjá Shakespeare verða framførdan. Ein heilt, heilt serstøk pallseting, har meiri og minni alt húsið var ein stórur pallur. Serstakar tónleikaligar upplivingar hava heldur ikki skortað, og har stendur okkara egna symfoniorkestur millum tær allarfremstu. Jú, Norðurlandahúsið hevur sanniliga verið karmur um nógv, sum hevur ríkað, bjóðað av, provokerað, irriterað, glett og flutt minnilutan og mong onnur – og felags fyri nærum alt hetta, ið higartil er nevnt, er, at tað hevur verið á føroyskum og tískil hevur verið við til at stimbra og styrkt móðurmálið og samleika okkara sum føroyingar. Sanniliga vert at vinda Merkið í húnar hátt fyri!

Eisini hevur minnilutin nógvar persónligar royndir i húsinum við m.a. sangleikum og konsertum, og alt tað besta at bera starvsfólkunum, sum samskift og samstarvað hevur verið við í húsinum.

Professionelt og samstundis jarðbundið føroyskt, fyrikomandi og vinaligt. Tað skal sigast til heiður og æru fyri tey, ið hava varðað av og havt húsið um hendi hesi mongu ár, at ómetaliga væl er farið um.

Nú viðgera vit í Løgtinginum so eitt uppskot til samtyktar, ið tingmenn Miðfloksins hava lagt fram, har heitt verður á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri at yvirtaka Norðurlandahúsið, har føroyingar skulu fáa fult ræði. Minnilutin skal viðganga, at tá fyrst hoyrdist um uppskotið, var fyrsti tankin, at talan var um eitt populistiskt ’stunt’, sum allarhelst var deytt í føðingini, tí meiriluti fór heilt vist ikki at vera fyri tí. Hugsaði eisini, at tað átti at verið lagamanni hjá undanfarna mentamálaráðharra, ið er annar av uppskotsstillarunum, at havt sett málið á breddan í júst undanfarnu samgongu. Tó, so hevur tilgongdin í málinum verið sera lærurík og áhugaverd, og í roynd og veru er minnilutin glaður fyri, at høvi hevur verið at sett seg nærri inn í tað ymiska, sum hevur við húsið at gera.

Minnilutin hevur ikki ordiliga givið sær so nógv far um endamálið við Norðurlandahúsinum áður, og hevur – eins og helst flestu føroyingar – sæð húsið sum tað stóra mentanarhúsið í landinum, har fokus serliga hevur verið á list og mentan í Norðurlondum – og tað er tað eisini í ein stóran mun.

Men tað er also eisini nógv meiri enn tað. Tað innihaldsliga er í stóran mun merkt av teimum yvirskipaðu politisku málunum, sum Norðurlandaráðið – og serliga Norðurlendska ráðharraráðið – setur út í kortið. Húsið er í roynd og veru eitt sera politiskt hús í síni náttúru, so at siga, tí á hvørjum ári fær Norðurlandahúsið eitt sonevnt beviljningsbrev – eitt játtanarskriv – frá Norðurlendska ráðharraráðnum við nøkrum yvirskipaðum kørmum, málum og ambitiónum, sum húsið skal vera við til at fremja, tó uttan at verða stýrt út í smálutir. Yvirskipaðu málini fyri 2023 eru Grøn Norðurlond, Kappingarfør Norðurlond og Sosialt burðardygg Norðurlond.

Meirilutin ger ikki stórvegis annað í sínum áliti enn at vísa á, at føroyingar hava ávirkan á tað, sum fyriferst í Norðurlandahúsinum. Sæð verður burtur frá, at ein stór grund til uppskotið frá Miðflokkinum er, at hesi seinastu árini hevur húsið árliga flaggað við øðrum flaggi og gingið undan og verið karmur um tiltøk, sum hava skapt nógv kjak og split millum manna. Undir nevndarviðgerðini er greitt komið fram, at tankin handan hesa flagging og hesi tiltøk er 100 % politiskur og ein liður í yvirskipaðu málunum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum. Ein útgreinað ætlan er løgd hesum viðvíkjandi, ið nevnist “Nordisk samarbejdsprogram for ligestilling 2019-2022 Lige rettigheder, behandling og muligheder for LGBTI-personer i Norden”. Har verður m.a. sagt, at “Nordisk Ministerråd skal arbejde for lige rettigheder, behandling og muligheder for LGBTIpersoner i Norden”.

Hetta, at flagga við øðrum flaggi enn Merkinum og norðurlendsku fløggunum, er bæði umstrítt og viðkvæmt, hóast tað kann tykjast sum eitt smáting hjá summum. Eitt flagg er í hugaheiminum hjá mongum ikki bara bara – endamálið er at súmbolisera og staðfesta eina støðu til eitthvørt. Vit kenna orðingina ”at tóna reint flagg”, sum merkir, at man opið og ærliga gevur til kennar síni sjónarmið og endamál – veri tey tjóðskaparlig, politisk ella okkurt triðja og fjórða. Minnilutin er samdur við uppskotsstillararnar um, at tað er sera harmiligt, at latið er upp fyri heilt øðrum og øðrvísi flaggi enn Merkinum og teimum norðurlendsku – og her er talan um pride-flaggið. Eitt flagg, sum einki hevur við tjóðskap at gera, men súmboliserar nakað sera politiskt. Í sama viðfangi er, sum nevnt, seinnu árini eisini latið upp fyri sera kontroversiellum tiltøkum, sum tað eru sterkar meiningar um.

Tað kann tykjast smásárt og kanska tápuligt, at tað verður gingið so høgt upp í, hvat flaggað verður við og fyri á almennum og “semi-almennum” flaggstongum – veri tað seg t.d. við Norðurlandahúsið ella á Fróðskaparsetrinum – men pride-flaggið er sanniliga ikki bara bara at flagga við. Tað umboðar ikki bara kærleika, tolsemi og ymiskleika, sum mangan verður ført fram, nei, har er nakað annað og nógv meiri víðgongt í spæl. Nakað, ið brýtur fullkomiliga og grundleggjandi frá siðbundna, kristna fundamentinum, sum føroyingar samlað sæð hava bygt á í øldir, nevniliga queer ástøði ella ideologi. Grundtankin í hesum er tann, at alt er flótandi, og einki er absolutt uttan tað, at alt er relativt. Hesa hugsan síggja vit m.a. serliga væl í aktuella ynskinum frá pride-rørsluni um løgfrøðiligt kynsskifti.

Spurningurin er, hvat vit veruliga vilja sum samfelag, og um fjøldin yvirhøvur hugsar um, hvat ið m.a. Norðurlandahúsið ella Fróðskaparsetrið umboða, tá tey tóna reint pride-flagg, og hvat er hent og fer at henda, um queer ástøði ella ideologi verður rullað fult út í samfelagi okkara. Ein danskur viðmerkjari, Sørine Godtfredsen, segði soleiðis um pride-gonguna í Keypmannahavn í ár, har børn vórðu sett at ganga fremst: “Man trækker noget seksuelt og politisk ned over børnene. Hele lgbt+- bevægelsen er gennemsyret af politik og ideologi, og børnene bliver gidsler i det.”.

Í 40 ár hevur Norðurlandahúsið boðið okkum nógvar ógloymandi listarligar løtur, sum hava verið til gleði og gagns, og sum eisini hava øst, irriterað, provokerað og víðkað sjónarringin hjá mongum – tað er tað, sum list mangan ger. Og tað er í lagi. Seinastu fáu árini er húsið tó vorðið beinleiðis flaggberi og málgagn fyri eitt sera víðgongt rák, sum einki hevur við mentan og list at gera, og tað er sera harmiligt.

Minnilutin heldur, at føroyskir myndugleikar eiga at virka fyri, at farið verður burtur frá hesum politiska virkseminum sum skjótast. Merkið – ið er tað flaggið, sum fevnir allar føroyingar – og tey norðurlendsku fløggini hoyra heima á flaggstongunum, og fjøltáttað mentan og list í húsinum.

Tað er sera lítið sannlíkt, at uppskotið verður samtykt, tí stórur meiriluti í Mentanarnevndini mælir frá at samtykkja tað. Ásannandi hetta kundi minnilutin ynskt sær, at tað bar til at finna eina aðra loysn, sum kundi verið við til, at politiska virksemið hjá Norðurlandahúsinum í Føroyum gjørdist meiri gjøgnumskygt og greitt. Til dømis kundi verið heitt á avvarðandi landsstýrisfólk um at komið í Løgtingið árliga, har politiska játtanarskrivið – umframt onnur politisk átøk og ætlanir hjá Norðurlendska ráðharraráðnum – varð viðgjørt.

Minnilutin heldur sostatt, at minni enn ein yvirtøka av Norðurlandahúsinum kann gera tað, ið annars er endamálið við uppskotinum hjá Miðflokkinum, og hesum eigur at verða arbeitt við. Letur tað seg ikki gera at fáa broytt hesi viðurskifti, eiga vit at kanna møguleikarnar nærri viðvíkjandi yvirtøku.

Við hesum viðmerkingum fer minnilutin at taka støðu til málið í tingsalinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo