Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tú sum ert foreldur, tú veitst, at tú vildi gjørt alt fyri, at bjarga tínum børnum frá vanlukku. Tú vildi gingið ígjøgnum eld fyri børnini. Tú veitst eisini, tá onkur ikki vil tínum børnum tað besta. Fyri at taka eitt dømi: Tú ert í einum føðingardegi, har kemur ein maður inn, hann er ónærisligur við viðmerkingum, og hevur hug at gera seg inn tína lítlu dóttir. Krámast uppí hárinum. Tú gert ill/ur. Hvat gert tú? Tú tekur sjálvtsagt mannin vekk frá dóttrini og tilkallar politiið. So hann ikki ger seg inn á nakran. Tú verjir títt barn og øll hini børnini sum eru í føðingardegnum.  Hetta er eitt natúrligt instinkt, sum foreldur hava og eiga at hava. Verja børnini, frá øllum illum.  Júst soleiðis kenni eg tað ,sum mamma. Hetta er grundin fyri hesum skrivi.  

Í dag upprann dagurin, har enn ein fallit erklering kom. Norðurlandahúsið (NLH) boðar frá á heimasíðuni, at tey skulu hava: ” Søguløtu við Siriously drag”.   

Hava vit í føroyum fullkomuliga mist vit og skil?  Síggja vit veruliga ikki mun á, hvat er normalt og ikki? Hetta er júst tað sum m.a amerikanarir, hava rudda vekk frá teirra smá børnum. Har vaksnir menn vóru ílatnir sum Drag queens, og høvdu ongin undirklæðir á, so teir blottaðu seg fyri smábørnum.  Óansæð um teir hava undirklæðir uppiá ella ei, so er hetta fullkomuliga burturvið.  Ikki nokk við tí, NLH hevur sett eitt heilt vikuskifti av til Lgbt rørsluna, tey fara at hava ónæriligar filmsframløgur, fingið pláss til alskyns filmar, sofaprát um løgføðiligt kynsskifti. Og mín sann, um tey ikki hava verið frek nokk til, at senda innbjóðing til skúlarnar í føroyum.

Hví skulu vit í føroyum gera akkuráááát tað sama sum aðrastaðnis, og gera somu dummu feilir sum hini londini. Tey hoppaðu eisini uppá sama hjóli, sum NLH nú ger, fyri at tilfredsstilla Lgbt rørsluna. Tey vildu ikki siga nøkrum ímóti, ikki vera politisk ókorrekt. So tey rullaðu løbarin út fyri rørsluni. Tey lovdu øllum at fáa kynsskifti. Heilt niður til smábørn (sum annars ikki kunnu koyra bil fyrr enn tey eru vaksin,  ikki kunnu keypa alkohol fyrr enn tey eru vaksin, men jújú..skifta kyn eru tey absolut nóg vaksin til.. hallo!!)

Nú hava tey kempi trupuleikar, tí nú skulu smágentur og mammur skifta og brúsa sær saman við monnum, sum hava ”skift” kyn. Gentur skulu kappast ímóti monnum, á ítróttarliga økinum, tær koma altíð at tapa, tí menn natúrliga eru skjótari og sterkari enn kvinnur. Tað er bara soleiðis, ikki fyri at gera niður á kvinnur, hatta er bara munurin á kynunum.

Ynskir tú veruliga eitt land, har tíni børn ella barnabørn kunnu útsetast fyri slíkum?  Vit mugu kalla ein spaka fyri ein spaka, ert tú føddur drongur, so skalt tú vera tað.  Vit skulu ikki kasta okkara børn út í slíkan óndskap, sum kynskifti er.  Vit eru tey vaksnu, vit vita, at tannáringarárini kunnu vera trupul, og at teirra kenslur eru sum ein ordans rusjubani. Tí skal absolut onki barn, ella nakar vaksin fáa loyvi til at skifta kyn í føroyum.  

Loyva vit hesum óhóskandi tiltøkum framat, so er NLH meira líkt einum barna pornoklubba, enn einum mentanarhúsi.

Eg vil harðliga mótmæla hesum tiltøkum í NLH, sum eru sett á skrá til okkara landsins børn.

Heidi M. Johansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo