Norðoya Sparikassi: Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hækkaðu rentuna við 0,25 %-stigum tann 15. juni 2023, og tí hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini.
Inn- og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum fyri bæði privat- og vinnukundar.
Broytingarnar koma í gildi tann 25. august 2023.
Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo