Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Norðoya Sparikassi: Eftir at Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin í tveimum umførum hava hækkað rentuna í ár, hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini.

Privatkundar
Hjá privatkundum hækka innlánsrentur við upp til 1 %-stigum og útlánsrentur hækka við upp til 0,3 %-stigum.

Vinnukundar
Hjá vinnukundum hækka innlánsrentur við upp til 0,75 %-stigum og útlánsrentur hækka við upp til 0,5 %-stigum.

Dekort á 3 mðr., 12 mðr. uppsøgn og innlánskontu til ábyrgdarar
Verður peningur á omanfyri standandi kontum tikin út í úrtíð, skal dekort gjaldast av upphæddini. Dekort verður ásett sum ein prosentpartur av upphæddini, sum verður tikin út. Framyvir verður dekort ásett til verandi rentustig umframt 0,5 %-stig.

Broytingarnar koma í gildi tann 4. mai 2023.

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo