Norðlýsið: Tá ið Ruth Vang var í Degi og viku mánakvøldið, varð hon spurd, hvussu leingi hon ætlaði at standa modell til tað ógvisliga fíggjarliga óskilið í føroyska landsbúskapinum, har risastór undirskot eru á hvørjum ári hóast hákonjunktur.
Ruth Vang svaraði, at hon spyr seg sjálva tað sama hvønn dag, men at hon hevur eina tiltrúgv uppá, at tað fer at bera til at fáa restina av samgonguni við uppá at rætta skútuna.
Men tað var alt annað enn sannførandi, tá hon varð spurd um, hvat verður gjørt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo