Fólkaheilsuráðið: Í dag og komandi tveir dagarnar luttaka umboð frá Fólkaheilsuráðnum á Nordisk rusmiddel seminar, sum verður hildið í Nuuk. Í fjør var Fólkaheilsuráðið vertur fyri hesi ráðstevnu, sum var hildin í Smæruni í Havn.
Fólkaheilsuráðið luttekur fyri at tryggja, at vit vera dagførd við nýggjastu gransking á økinum.
Nordisk rusmiddelseminar (NRS) var á fyrsta sinni í 1984, og hevur síðani verið eitt felags árligt tiltak, sum er grundað á samstarv millum Danmark, Grønland, Noregi, Svøríki, Finnland, Áland, Ísland og Føroyar. Tað eru um 40 fólk í hesum forum, sum eru málsviðgerðar, ráðgevar og fólk, sum taka avgerðir á økjum, ið viðkoma rúsevnum og rúsevnismisnýtslu. Málið við NRS er at menna fyribyrgingararbeiðið í norðurlondum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo