Nordic Aqua Partners, sum heldur til í Gaotang nærhendis Shanghai í Kina, hevði hall á 8,2 mió evrur í fjør. Felagið er enn í menningarfasuni, ongin kommersiel framleiðsla var í fjør, men gongst sum ætlað verða 3.400 tons av laksi tikin í ár.
Alingin fer fram á landi, og tankin er, at tað er ein stórur fyrimunur at vera so nær kinesiska marknaðinum.
Umframt leisðluna, sum er Ragnar Joensen, stjóri og Hjalti Hvítklett, fíggjarstjóri, eru eisin aðrir føroyingar í starvi hjá Nordic Aqua Partners.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo