Nordhavns Regatta 2022: Nú eru seinastu fyrireikingarnar í gongd til størsta føroysku kappróðrarstevnuna nakrantíð í Danmark, ið verður í morgin, leygardagin leygardagin 28. mai 2022, í Nordhavnini.
Nú aftan á tvey ár uttan stevnur síggja vit føroysku útisetar fram til at møtast aftur koronafrítt og hugna okkum á stórari stevnu í Nordhavns Regatta 2022, har tiltøk eru fyri føroyingar í ymsum aldri og massar av góðum tónleiki.
Heilt nýskapandi er, at gudstænastu verður fyri fyrstu ferð á nakrari regatta, við Borgny Brüning-Hansen presti úr Dali og organisti á harmoniku á strondini undir opnum himli, um veðrið er til vildar.
Fyriuttan kappróðurin verður massar av musikki, gastronomiskur matur úr Útnorði, kafe, heimabakað og barr. Róðrarfelagið Tvørabáturin, ið býr í Nordhavini, hevur 5 manningar, og væntað verður, at einar 10-12 manningar verða í alt úr teimum fimm róðrarfeløgunum í Danmark. Møguleika er at síggja alt á fyrsta klassa í tíggju leðursofum á strondini!
Eisini fer Norðuroyastevnan at vera beinleiðis á stórskíggja í hølunum hjá Tvørabátinum.
Lutaseðlar eru við stórum vinningum og generøsum/gávumildum gávukort frá IceFood-handlinum á Amager við alskins mati, drekka og lutum úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi.
Virgari Tórarson Dalsgaard setir stevnuna. Janus á Húsagarði undirheldur á strondini við sangi, gittara og munnhørpu.
Seinni verður rungandi felagssangur í telti við klubbhúsið, har Hans Petur í Brekkunum syngur fyri, og Tummas Niclasen spælir á harmoniku. Johan í Kollafirði hevur show við sangi og keyboard.
Seinni spælir Hans Petur í Brekkunum góðan tónleik á saksofonina hjá sær. DJ og barr verður út á náttina.
Leinkjur viðv. Nordhavns Regatta 2022: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo