Høvuðsstaðurin verður í døgunum 24.-28. mai karmur um ein nýggjan spennandi festival, sum kallast Nordic Performing Arts Days - ella bara DAGARNIR 2016.
Føroyski áskoðarin kann gleða seg til eitt tyssi av fjølbroyttum norðurlendskum framførslum og tiltøkum hesar dagar í mai. Høvuðskarmar um festivalin verða Norðurlandahúsið og Tjóðpallur Føroya – men við mongum spennandi framførslum, verður eisini leitað út um pallkantin, eisini út á støð, har vit vanliga ikki fara til sjónleik.
Her verður nakað fyri allar smakkir, allar sansir og fyri allar aldursbólkar.
Vit varpa ljós á interaktivitet og nýggj rák í norðurlendskari og altjóða leiklist. Á skránni er eitt nú:
- Gestaleikir - Forkunnugar framførslur við teimum bestu leiklistafólkunum í Norðanlondum.
- New Nordic Drama – ella LeikREAD, nú í nýggjum hami.
- Harumframt verða mentanarráðstevnur, ListaPrát, útferðir við framførslum, norðurlendskir gestir og mangt, mangt annað.
Millum onnur luttaka hesi listafólk:
Úr Svøríki: Palle Hanæus and The Miracle Nuts við leikinum Flugo!
Úr Íslandi: 16 lovers við leikinum Ikea Travels
Úr Føroyum: Veitslan
Úr Danmark: Fix & Foxy við kenda Ibsen leikinum Eitt dukkuheim
Úr Noregi: By Proxy við leikinum Stop Being Poor
Úr Finnlandi: Takoma Theatre við leikinum Dark Side of the Mime
Úr Álandi, Finlandi, Danmark, Noregi og Føroyum: Kompani Nord við We, The Drowned
Úr Svøríki: Suzanne Osten & Ann-Sofie Bárány Dialogue on Childhood and Creativity
Úr Grønlandi: Tjóðleikhúsið í Grønlandi við Maskudansi
Úr Bretlandi: Melanie Thompson Performance Writing
bert fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.
New Nordic Drama – reading festivalurin, sum vit kenna sum LeikREAD, nú í nýggjum hami og við nýggjum verkum:
6 norðurlendsk leikverk
6 høvundar
2 leikstjórar
12 norðurlendskir leikarar, 2 úr hvørjum landi
2 ferðir 4 tímar venjing av hvørjum leiki
Leikverkini verða framførd sum pallsettar lesingar á upprunamálunum fríggjadagin og leygardagin í Norðurlandahúsinum.
Millum hesi 6 verk telist eisini eitt føroyskt, sum verður kunngjørt 1. februar 2016.
Meginfelag Áhugaleikarafelag Føroya skipar í sambandi við Dagarnar fyri stórum tiltaki saman við Havnar Sjónleikarfelagi, har interaktiv sensorisk leiklist verður sett á breddan fyri fyrstu ferð í Føroyum, undir kønari leiðslu av listafólkunum Gabriel Hernandez og Marga Socias frá altjóða viðurkenda leikhúsinum Teatro de los Sentidos.
Meira um skránna á www.nordicperformingartsdays.fo
Leikarafelag Føroya er vertur fyri Døgunum 2016 í tøttum samstarvi við Netverki fyri norðurlendska palllist, Norðurlandahúsi og Tjóðpalli Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo