Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Leiðarin í Norðlýsinum: - Áðrenn valið søgdu núverandi samgonguflokkar, at so at siga alt var galið við politikkinum hjá undanfarnu samgongu, og tí høvdu mong helst roknað við, at løgmaður í síni fyrstu ólavsøkurøðu fór at vísa á eina røð av broytingum, fyri ikki at siga kolveltingum, sum samgongan ætlar at fremja.

- Men kolveltandi broytingar vóru ikki nevndar í røðuni. Ístaðin nýtti løgmaður høvi til at fegnast um góðu gongdina, sum vendi longu áðrenn hendan samgongan tók við, og hann rósti eisini navngivnum útisetum, sum hava valt at flyta heimaftur.

- Alt gott um tað at útisetar flyta heimaftur. Men hvussu við øllum teimum, sum ongantíð fluttu av landinum? Eiga tey ikki eisini rós uppiborið? spyr Norðlýsið í Leiðaranum.

- Tað kann tykjast løgið, at ein samgonga, sum áðrenn valið skuldi standa klár við broytingum, framvegis bíðar eftir einum serfrøðingabólki, sum skal gera fiskivinnuuppskot, einum pensjónsbólki, sum skal gera pensjónsuppskot, og júst hevur fingið eitt serfrøðingauppskot um sjúkrahúsøkið (sum tó framvegis ikki er viðgjørt politiskt). Bæði fiskivinnubólkurin og pensjónsbólkurin hava biðið um longda tíð til teirra arbeiði.

- Ein løgmaður sum varð valdur við tí fyri eyga at gera grundleggjandi broytingar í samfelagnum, átti at havt ítøkilig uppskot at víst á, og ikki bara spælt bóltin víðari til serfrøðingabólkar, sum framvegis ikki eru lidnir við sítt arbeiði, nú fyrsta árið av samgonguskeiðinum er farið afturum, skrivar Norðlýsið.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo