Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Um góð tvey ár er vónandi koyrandi av Sandi til Havnar.

Tað er tí sera umráðandi, at tað verður skipað fyri einum skjótum bilfergu-sambandi av Sandi til Hvalbiar/Sandvíkar, sum má vera klárt, tá ið tunellin  er liðug.

Tað fer at stytta suðuroyarsiglingina til Havnar við helvtartíð.

Sjálvt um sterkir meiningsbólkar vilja hava eina dýra og katastrofalt langa suðuroyartunell, eigur avgjørt at verða hugsað um alternativar møguleikar av  bæði praktiskum, fíggjarligum og psykologiskum orsøkum.

Ein eventuel Suðuroyar-tunell verður so dýr, long og hættislig, at ein nógv bíligari stytting av sjálvari sjóleiðini átti heldur at verið umhugsað.

Verður gjørdur ein breiður og tryggur vegur av Sandi via Skarvanes og heilt suður á Nónkjálkaleiðir, kann gerast eitt havnarlag har, sum fer at stytta leiðina munandi til Suðuroyar.

Sjálvt um ein ferguhavn har suðuri verður dýr, fer hon og vegurin  kortini  at kosta munandi minni enn boring av tí drúgvu suðuroyartunellini, sum nógv aldrin høvdu hættað sær  at brúkt.

Ein havn nærhendis Nónkjálka er ikki meira utopisk enn "Gamla Rætt" var í sínari tíð.

Leiðin frá Nónkjálka til Sandvíkar verður ikki longri enn úr Skálavík til Havnar.

Her eru milliónir at spara, og trygdin er nógv størri enn í eini ekstremt langari undirsjóvar-tunell við stórum eld- og roykvanda.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo