Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ovastevna verður komandi vikuskifti og fyrireikararnir hava lagt eina fjølbroytta og rúgvismikla skrá fyri daganar. Stevnan er fastur táttur á summarskránni hjá nógvum føroyingum, um 5000 stevnugestir vóru á ovastevnu í fjør.

Skráin sæst her

Strandferðslan ger eitt stórt arbeiði og Ternan siglir at kalla hvønn tíma frá kl 10.00 leygarmorgun til kl. 05.00 sunnumorgun. Ferðaætlanin hjá Ternuni sæst á ssl.fo.

Keiin er miðdepilin á stevnuni. Tað er á keiini, stevnan verður sett, og í ár verður tað kendi sjónleikarin Gunnvá Zachariasen, sum ber fram røðu. Á keiini er matsøla, listaframsýning, útimøti, stand up og tónleikaframførslur av ymsum slagi. Har er tjaldið við tónleiki, dansi og ølsølu. Tá farið er at skýma verður felagssangur, eisini á keiini.

Nógvu bátarnir, sum liggja á víkini, eru eisini við til at skapa ein serligan ovastevnudám. Hóast tað mesta fer fram á keiini, kann sigast at tað er lív í allastaðni.

Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin á Mýrini og á frálíka sandinum á Malarenda.

Børnini kunnu leita eftir krabbum, tey kunnu eisini vassa ella svimja á sjónum, tey kunna fara á barnabasar og annars spæla frítt. Forvitnisliga bygdasavnið við Brunn hevur opið, í kirkjuni verða konsertir, andakt og guðstænasta, undir Botnagarði verður kórsangur, handilin í bygdini hevur opið og heimavirkið letur dyrnar upp.

Í Royndarhúsinum er kabarett, á flakavirkinum er sangleikur.

Út á kvøldið er dansur í Royndarhúsinum og føroyskur dansur í Avhaldshúsinum.

Hetta er bara ein partur av øllum tí tú kanst uppliva um vikuskifti í Nólsoy, og sum skilst er heilt víst okkurt til øll.

Nevndin, sum skipar fyri ovastevnuni, hevur lagt dent á, at stevnan skal vera fyri alla familjuna, og tiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis. Hetta ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka lógvatak saman um at fáa hetta at bera til.

Ein rúgva av sjálvbodnum fólkum eru í sving alt vikuskifti, og her er talan um bæði stórar og smáar uppgávur.

Stevnan til minnis um Ova Joensen, hevur knapt 30 ár á baki og hvørt ár gleðir bygdafólki seg til stevnuna.

Vælkomin á ovastevnu!

Skráin sæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo