“Hví hjálpir oss nú eingin Nólsoyar-Páll” skrivaði Kári Petersen í sanginum, Meirilutin ræður.
Fólkatingsval verur 1. novembur 2022, tá føroyingar minnast sjólátin allahalgannadag.
Við virðing fyri teim sjólátnu, skulu vit fara á val og menna føroyska samfelagið enn meir. Menning og framburður er munadyggasta fyribyrging móti sjóláti.
Nevnast kann, at í søguni eru fleiri sjólátin á suðuroyarleiðini, tá eldri navnabrøður Smyrilsins bóltaðu á havsins báru og nómu banahøggandi brotasjógvar. Nøkur teirra, ið sjólótust, standa við navni rist fast á minnisvarðanum í Sumba.
Hvat skulu vit geva okkum far um til fólkatingsvalið ár 2022?
Tað er okkara ábyrgd at atkvøða, og tað er týdningarmikið, at vit, veljarar, hugsa í minsta lagi 4 ár fram. Tey, ið skulu sættast á fólkatingi, mugu sýna føroyska samferðslukervinum virðing - eitt nú frambrotið, Suðuroyartunnilin.
Fast vegasamband til landsins suðurøki er skilagóð íløga, sum vit greiða við valatkvøðu.
Nú danski valdagurin fall á allahalgannadag rann mær til hugs ein hin viðgitnasta kappin, sum sigst at hvíla í havsins djúp sunnanfyri Akraberg, tí hann móti órætti og óndari mátt loksins mátti lúta.
Nólsoyar-Páll hevði drúgvar royndir á sjónum, millum annað sigldi hann í hertænastu í Onglandi og Fraklandi. Hann gjørdist seinni skipari og stóð róðursbundin ættmál mong handan amerikonsk skiparóður.
Framfýsin var hann, bæði tá tað umráddi handilsvinnu, bátasmíð, yrkingar (eitt nú Fuglakvæði) og í frælsisstríði móti danska yvirstættarvaldinum, sum við kongliga einahandlinum hevði fastatøkur á føroyinginum.
Ja, hví er eingin Nólsoyar-Páll - ella Nólsoyar-Poulina - sum í slóðbrótandi andans áræði og hegni kundi traðka rás undir Suðuroyarfjørði og knýtt nær um allar føroyingar saman í eitt samhaldsfast og sameint samfelag?
Lagaligt statslán til Suðuroyartunnil kundi verið skilagott boð? Hetta hugskotið bar ein vágbingur, sum heldur til nærhendis Fløtuni Fríðu í Vági, fram á torg.
At biðja um statslán er ikki olmussa. Lánið skal afturrindast, og mugu vit hava dirvi, skil og áræði at útinna framskygd stórverk í lítla landi okkara.
Eitt lagaligt statslán, hvørs treytir føroyska fólkatingsumboðið skal tingast um, skal hava langa afturberingartíð og lága rentu.
Hví hevur einki fólkatingsvalevni mælt orð um statslán - vilja hesi ikki verkætlanini og harvið Føroyum at frama, ella hava hesi als ikki havt grunsil á, at henda verkætlan verður ein av fleiri berandi súlum vælferðarsamfelagsins?
Hvat siga floksformenninir/-kvinnurnar, sum tykjast skorin fyri tungubandið, tá umræður dirvi og hegni at taka táttin um Suðuroyartunnilin upp?
Føroyingar vanta ein, sum kann slóða fyri hesum samferðslubragdi - hvør skal so hendan skúmisleivin vera?
Frá høvdinum skalt tú hvalin skera, og frá kjølinum skalt tú bátin gera
Nólsoyar-Páll - treystur og áræðismikil - royndi seg sum bátabyggjari á Fløtuni Fríðu í Vági, tá hann saman við øðrum bygdi Royndina Fríðu. Royndin Fríða var Føroya fyrsta skip, og hetta skipið slóðaði fyri og gjørdist satt bragd til frama fyri handilssamband við onnur lond viðvirkandi Føroya framburð.
Ein skúmisleiv, sum móðir Nólsoyar-Páll rópti sonin, kundi loyst suðurøki úr svínabindandi lagdi og framt satt samferðslubragd á fólkatingi, og harvið sett sjøtul á at tilvega okkum lagaligt statslán til Suðuroyartunnilin - hin størsta og dýrasta verkætlanin í Føroyum higartil.
Nú teskar úr loyndardýpi kall á slíkan kappa/dandisfrú, sum skal byggja á herðarnar hjá undangongumanninum.
Nær er rætta stundin at byggja Suðuroyartunnil? Hetta kann svarast við 2. kvæðaørindi úr Brestiskvæði, sum snýr seg um røttu løtuna at fara eftir bjargaseyði:
“Lít tær út á Lítlu Dímun,
har hvítir ei við tanga,
aldri fæst ein betri dagur,
bjargaseyð at fanga.”
Ja, nú er tíðin komin til handa, har ein Nólsoyar-Páls andans javnlíki og skúmisleiv tekur táttin upp.
Vit hava ikki ráð at dvølja, tí hvør drálandi stund er óbótaliga kostnaðarmikil. Kostnaðin av politiskum atgerðarloysi má avkom okkara dragast við, um ikki vit fóta okkum og bretta upp ermar.
M/F Smyril eldist í hvørjum, og er tað neyðugt at fara í holtur við tunnilsbygging stundisliga, um vit skulu bera okkum undan at burturluta ørandi peningaupphæddir í skipasmiðju, tá fráfaringardagur Smyrilsins stendur fyri durðum.
Suðurleiðirnar eru dýrar í rakstri, og enn dýrari í minkandi fólkatalið, vantandi trivnaði og vantandi samfelagsnyttu.
Tí er mín áheitan til allar føroyingar - sum onkursvegna ikki eru sannførdir um, hvørt fólkatingsval er viðkomandi fyri føroyingar - at fara á val, tí nú má bera ella bresta.
Eisini er mín áheitan á tykkum, sum hava bjóðað tykkum fram at stríðast fyri lovaða landinum, Føroyar, og at taka táttin um Suðuroyartunnilin upp á danatingi.
Havi øll eitt gott val og góðan allahalgannadag
Við sjávstýriskvøðum
Snæbjørn Bærendsen
Formaður Suðuroyar Sjálvstýrisfelag
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo