Í morgin verður veðrið tó gott við lítlum vindi av høgættum, turrveðri og sólglottum, serliga seinnapartin. Hitin 5-6 stig.
Týsdagin regnar mestsum allan dagin, vindurin veksur og er seint seinnapartin komin upp í hvassan vind ella skrið av útsynningi og hitin um 8-9 stig.
Mikudagin skrið av vestri og regn allan dagin, hitin um 6 stig.
Hósdagin fer hann sum frá líður upp í norðan, og tað verður nógv kaldari, niður ímóti frostmarkinum, og tað kann koma kavi ella vátaslettingur. Nógvur vindur, skrið ella stormur.
Fríggjadagin strúkur í vindi ella skrið av norði og útnyrðingi. Kanska okkurt vátakavaæli og hitin um 2 stig.
Næsta vikuskifti batnar veðrið sum frálíður og sunnudagin verður tað bara heilt gott. Turt og hitin millum 2 og 4 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo