Í morgin strúkur í vindi av útsynningi, ælaveður um morgunin og kanska eisini á kvøldi men mitt á degnum fer sólin at síggja. Hitin um 8 stig.
Týsdagin veksur hann sum frálíður vindin uppí hvassan vind, ættin verður framvegis útsynningur, tað verður ælaveður og hitin um 8 stig.
Mikudagin upp í skrið ímillum útsynning og vestan, sólin sær men eisini møguleiki fyri onkrum ælstroyggi og hitin 6-7 stig.
Hósdagin minkar vindurin sum frálíður niður í lot til frískan vind, útnyrðingur og vestan, sólglottar og turt, hitin um 8 stig.
Fríggjadagin veksur hann vindin aftur upp í skrið av lágum útsynningi, samdrigið men tað verður turt og hitin um eini 9 stig.
Næsta vikuskifti fer at líkjast veðrinum í vikuni, men sunnudagin lækkar hann niður í sunnan og vindurin minkar sum frálíður burtur.
Keldan er windfinder.com og støði er tikið í veðrinum á flogvøllinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo