Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður ættin mest vestan ella útsynningur, strúkur í vindi, fleiri æl gjøgnum dagin men eisini sólglottar og hitin upp í 9 stig.

Týsdagin strúkur í vindi ella skrið av vestri, ælaveður men eisini sólløtur, hitin um 7 stig.

Mikudagin fyrst gul lágt, sum dagurin líður veksur hann vindin upp í skrið av útsynningi, samdrigið og okkurt æli, hitin upp í 11 stig.

Hósdagin framvegis skrið av suðri, skýggjað men turt fyri tað mesta og hitin um 11 stig.

Fríggjadagin verður kanska besti dagurin við einum loti eystaneftir, okkurt einstakt æli og hitin um 10 stig.

Næsta vikuskifti melur hann fyrst av ymsum ættum, seinni frískar hann vindin upp í skrið av suðri ella útsynningi. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo