Í morgin, mánadagin, verður hann landsynningur í ættini, lot til frískt lot, skýggjað men turt og hitin um 10 stig.
Týsdagin strúkur í vindi og hvassur vindur av landsynningi, turt fyri tað mesta, móti kvøldi tó regn og hitin um 9 stig.
Mikudagin strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, regn mestsum allan dagin og hitin um 8-9 stig.
Hósdagin mest landsynningur, fyrst strúkur í vindi uppí skrið, um middagsleitið stormur í hvirlunum, tað verður ælaveður men eisini onkur sólglotti og sami hiti, 8-9 stig. Móti kvøldi minkar vindurin og hann fer niður í sunnan ella útsynning.
Fríggjadagin lot til frískan vind millum landsynning og útsynning, okkurt ælstroyggj mitt á degnum annars turt og sólglottar seinnapartin. Eitt sindur kaldari, niður í 7 stig.
Næsta vikuskifti verður hann fyrst landsynningur seinni stormur av suðri og útsynningisuðri og so verður eisini ælaveður alt vikuskiftið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo