Tað ræður um at njóta tað sindrið av lýðku sum kanska er í luftini, tí í morgin verður bítandi kalt. Heilt niður í minus 4 stig verður sagt, og tað verður avfall mestsum allan sólarringin, fyrst sum regn, seinni sum vátaslettingur.
Hann kemur høgt í morgin, og støðan stendur við allan mánadagin og týsdagin við, men mikudagin er avhasað.
Mesti vindurin verður tíðliga í morgin og so annars mánadagin, tá hann verður einar 15-17 m/s og upp í 20 m/s í hvirlunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo