Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partur av skíggjamynd frá ekkólodd-telduni tá streymmátararnir í Bankarennuni blivu tiknir upp. Ein sonevnd intern alda, sum tykist bróta, sæst á markinum millum Atlantssjógv og yvirflotssjógv. Atlantssjógvurin hevur nógv ekkó í sær, sum helst stavar frá djóraæti, meðan yvirflotssjógvurin er heilt reinur og sýnist svartur niðast á myndini. Tað reyða niðast er botnurin. Munurin í ekkó frá teimum báðum sløgunum av sjógvi ger, at aldan sæst á hesi myndini. Streymmátararnir eru nú á Havstovuni, har data verða lisin, battaríini skift, eins og annað eftirlit verður gjørt. Fyribils hydrografisk úrslit frá túrinum eru at síggja í túrfrágreiðingini her.

Havstovan: Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir standard hydrografiskir skurðir. Nógva staðni var eitt tunt vatnskorpulag við nógvum gróðri (plantuæti). Hetta var serliga vestanfyri á Landgrunninum, har lagdeilt var tætt inn móti landi. Prøvar blivu eisini tiknir við glúpi at kanna djóraæti. Nakað av djóraæti var í øllum glúpum, og í fleiri var prøvin myrkagrønur av gróðri.

Á túrinum vóru fýra streymmátaraboyur tiknar upp – tvær í Bankarennuni og tvær norðanfyri. Norðanfyri var eisini ein lítil boya tikin upp. Hetta var ein sonevnd PIES (Pressure Inverted Echo Sounder), ið er eitt slag av ekkóloddi, ið stendur á botni og mátar uppeftir. Við hesum tóli ber til at rokna, á hvørjum dýpi markið millum heitan og kaldan sjógv er og hvussu tað broytist. Hetta verður eitt nú brúkt til at rokna, hvussu nógvur Atlantssjógvur fer inn í Norðurhøv.

Á túrinum sást eisini eitt áhugavert fyribrigdi á ekkóloddinum umborð. Tá streymmátararnir, sum liggja mitt í Bankarennuni, blivu tiknir upp, sást ein sonevnd intern alda á markinum millum djúpa yvirflotssjógvin og Atlantssjógvin í ovaru løgunum. Ein partur av hesi aldu er vístur á myndini niðanfyri.

Partur av skíggjamynd frá ekkólodd-telduni tá streymmátararnir í Bankarennuni blivu tiknir upp. Ein sonevnd intern alda, sum tykist bróta, sæst á markinum millum Atlantssjógv og yvirflotssjógv. Atlantssjógvurin hevur nógv ekkó í sær, sum helst stavar frá djóraæti, meðan yvirflotssjógvurin er heilt reinur og sýnist svartur niðast á myndini. Tað reyða niðast er botnurin. Munurin í ekkó frá teimum báðum sløgunum av sjógvi ger, at aldan sæst á hesi myndini. Streymmátararnir eru nú á Havstovuni, har data verða lisin, battaríini skift, eins og annað eftirlit verður gjørt. Fyribils hydrografisk úrslit frá túrinum eru at síggja í túrfrágreiðingini her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo