Fiskamarknaður Føroya: Eitt frystilínuskip er við Ísland og seks eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Okkurt línuskip fer avstað tá veðrið batnar.
Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðrið verður hampuligt, so nakað av útróðri er væntandi.
Allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, men fara út tá veðrið batnar.
Øll pørini liggja við bryggju, men fara út tá veðrið batnar.
Allir trolbátarnir liggja við bryggju.
Øll garnaskipini liggja við bryggju, men fara út tá veðrið batnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo