Roknskaparhátturin er skeivur, notur ella aðrir partar av ársfrásøgnini mangla. Og tað er líkamikið um roknskapurin hevur átekning frá grannskoðara.
Tað sæst í roknskapareftirliti sum Skráseting Føroya hevur gjørt av innkomnum ársfrásagnum í 2021.
Í 2021 eru 65 ársfrásagnir frá roknskaparárinum 2020 kannaðar sum stakroyndir. Herav 32 við grannskoðaraátekning og 33 uttan grannskoðaraátekning, tvs. frával av grannskoðara. Av teimum 33 feløgunum, sum hava valt grannskoðan frá, hava 15 fingið hjálp frá grannskoðara at seta roknskapin upp.
Í 11 av førunum snúði feilurin seg um, at forklárandi noturnar ikki vóru í lagi, í 9 førum var nýtti roknskaparhátturin ikki í lagi og í 8 førum manglaðu partar av ársfrásøgnini.
Í sambandi við eftirlitið av grannskoðaðu ársfrásagnunum hevur Skráseting Føroya gjørt sjey vegleiðingarskriv og seks skriv har biðið verður um nærri frágreiðing viðvíkjandi viðurskiftum í ársfrásøgnini ella boð um at lata inn nýggja ársfrásøgn.
Níggju vegleiðingarskriv eru gjørd viðvíkjandi stakroyndunum hjá feløgunum uttan grannskoðara, og seks skriv har biðið verður um nærri frágreiðing ella nýggja ársfrásøgn.
Samlað vísir frágreiðingin, at týðandi feilir vóru í 18% av ársfrásagnunum. Hjá teimum við grannskoðaraátekning vóru týðandi feilir í 19% og hjá teimum har grannskoðari var frávaldur vóru týðandi feilir í 18%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo