Tórshavnar kommuna: Borgarstjórin Heðin Mortensen hevur havt úr at gera seinnapartin. Umframt vanligu skyldurnar høvdu ikki færri enn fimm pør biðið um at verða vígd hjá borgarstjóranum í dag, fýra føroysk og eitt kroatiskt par.
Onnur myndin vísir eitt føroyskt par koma út av Ráðhúsinum, og starvsfelagarnir hjá brúðgóminum á Matrikkulstovuni (Umhvørvisstovuni) tóku ímóti.
Hitt parið er úr Kroatia – Jacov ætlaði at fríggja til Lorenu í Føroyum, men korona kom í vegin, og tí gjørdu tey ístaðin av at koma til Føroya at giftast. Øll familjan fylgdi við vígsluni á Teams.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo