Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Felagið Nótaskip: Strandalondini eru nú komin ásamt um, hvussu samráðingarnar í heyst skulu skipast. Fyrsta samráðingarumfarið verður 6.-7. september. Tá fara londini at halda fram við royndunum at fáa semju um eitt nýtt býti av norðhavssildini.

Næsta samráðingarumfarið verður síðst í september. Tá fara partarnir at halda fram við at tingast um eitt nýtt makrelbýti.

Síðst í september koma tilmælini frá ICES um TAC fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft í 2024.

Hesi tilmæli eru grundarlagið fyri regluligu strandalandafundunum í oktober. Byrjað verður týsdagin 10. oktober,  og restina av vikuni er svartkjaftur og norðhavssild á skránni.

17. oktober halda strandalandafundirnir fram, og hesa vikuna er makrelur á skránni.

Allir fundirnir verða í London.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo