Veðrið er av tí allarbesta og fleiri skúlar og barnagarðar nýta høvið at fara ein túr í býin. Fleiri hava vitjað inn á Ráðhúsið og í býráðssalin í morgun.
Tað byrjaði við at ikki færri enn eini 60 næmingar út 6. og 7. flokki í Sankta Frans skúla vitjaðu í býráðssalinum, har tey settu borgarstjóranum spurningar.
Tá hesi fóru avstaðaftur stóð ein barnaflokkur úr Birkilund klárur at sleppa inn at handa borgarstjóranum eitt bræv frá børnunum við fleiri uppskotum um betringar á stovninum. Borgarstjórin gjørdi ikki mætari enn at journalisera bæði uppskot og tekningar beinanvegin fyri at tryggja, at børnini skjótt fáa svar.
Síðan var vitjan av 7. flokki í Kvívíkar skúla. Hesi eru tey, sum flyta í Eysturskúlan frá 8. flokki eftir summarfrítíðina. Onkur var eitt sindur skeptiskur, men sum heild gleddu tey seg øll til at koma í Eysturskúlan.
Og tá borgarstjórin var á veg yviraftur á Ráðhúsið stóð Sankta Frans barnagarður fyri honum í túninum. Tey vildu bara heilsa uppá, tí tey høvdu ikki stundir at práta nakað serligt, tí tey vóru í holt við at koma ígjøgnum ein temadag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo