- Tað svarar jú til, at av tí at børn detta úr trøum og onkuntíð verða skadd, høgga vit niður hvørt tað evigt og einasta træ í landinum.
- Hervið sleppa vit undan at eitra sambandið millum børn og vaksin, at oyðiliggja samfelagið so at alt skal gerast “sambært sáttmála”, og tí missa sjálvbodnar eldsálir og aðrar filantropar tí at vit, líka frá byrjan av, mistrúgva okkara medmenniskju.
- Og so er tað eisini við irrationellu og teppubumbandi pedofili-jakstranini: at heldur enn at finna hasar tíggju reyðu smásteinarnar á mektigu strondini við hvítum smásteinum, hevur trivnaðarstjórin sett seg fyri at finna allar teir hundrað túsund hvítu ístaðin, tí hitt er ov strævið.
- Um vit skilja og virðismeta handa avgerandi leiklutin, onnur vaksin spæla í tí ofta takkarleysu skyldu at uppala eitt barn, lat okkum tá vera fullvegis greið yvir tær sindrandi avleiðingar, “barnaváttanin” fer at hava.
Av tí at ætlanin umfatar øll vaksin, hvørs lønta ella ólønta arbeiði handlar um at menna eitt samband við børnini hjá øðrum vaksnum, er “álit” eitt fráskila sentralt hugtak. Eitt lítið, men sera týðandi orð.
- Legg tá eina “barnaváttan” oman á hysterikkin, og støðan gerst uppaftur ræðuligari. Hvat nú um hin persónurn er óálítandi? Hvat nú um eg ikki longur havi hug at taka ábyrgd? Sjálvt um eg veit, eg ikki eri pedofil, hvat fara fólk ikki at halda, um tey síggja meg fara við lítlu Katrinu á vesi ella smyrja sólkrem á høgra fót?
Sært tú, at taka sær av børnum er ikki longur nakað, vit bara gera. Nei, nú mugu vit hugsa um tað. Vit mugu hugsa um avleiðingarnar av øllum tí, vit gera og siga, hvørja rørslu og hvørt eygnaskot, øllum samspæli, og viga hetta upp ímóti, ja, at eg til sjúund og síðst má ansa eftir mær sjálvum.
Avleiðingin av hesum ellibita er ein statsgóðkendur mótvilji at vilja taka ábyrgd, ið skjótt verður normaliserað sum vanligt skynsemi; og hetta, mínir vinir, fer at gera samsavnandi støðuna hjá børnum, og ikki bara trygdina, dekan verri. Um tað, at ansa eftir annara børnum verður fatað sum ein vági, nakað risikabult, tá verður tað eitt akivt val, og ikki nakað, ein umsorganarfullur samfelagsborgari bara ger.
“Barnaváttanin” perverterar handa grundleggjandi mannaimpulsin, har vaksin og børn eru saman um gerandisdagin.
Nógv halda, at ert tú foreldur, tá kanst tú ikki annað enn taka undir við “barnaváttanar”-ætlanini, tí hvat sum helst, sum kann stoppa einum pedofili at fáa hansara skitnu hendur á títt barn, má vera í ordan. Neyðugt illverk, um tú vilt. Og jú, at síggja til, tá tykist ein “barnaváttan” sum nakað, ið gevur børnum eina eyka trygd ímóti pedofilum.
Men bara at síggja til, og harumframt fer “barnaváttanin” at skapa eitt generelt órógv í øllum vaksnum, tá ið tað kemur til at nærkast børnum, bæði kropsliga og kensluliga.
Kortini, um vit nú fyrst dýpa eitt sindur viðvíkjandi barnsins trygd, hvussu tað best verður vart, tá vil tann óhoyrt falska trygdin, ein blásetmplandi váttan gevur, saman við barnsins linkandi ansni og lækkandi persónligum instinkti, ið er ein sjálvsagdur konsekvensur av “váttanini”, eisini fyri vaksin, samanumtikið gera føroysk børn meiri útsett fyri misbrúki og meiri ótrygg sum persónar. Ikki minni.
Humbukk ætlanir sum “barnaváttanir” kastrera barnsins bullshit immunskipan, óførleikager tey og vaksin við.
Føroysk børn fara tí ikki bara at vera meiri ótrygg av “barnaváttanini”, men kenna seg meiri ótrygg sum úrslit av einum konstantum pedofili-retorikki og ætlanum, ið hysteriskar pedofili-fikserandi mammur hava fyri neyðini til tess at kenna seg sum uppofrandi hønumammur - og tí eksponera seg sjálvar.
Vit síggja avleiðingarnar longu nú við at menn ikki tíma at fáast við børn, ikki bara vegna løn og status, men akkurát tí at hysterikkurin og óafturtakandi ákæran um “pedofili” gerst meiri evnaveik fyri dagin.
Ikki tað, at viðkomandi á nakran hátt hevur gjørt nakað skeivt, ætlar sær at gera tað ella er bangin fyri at gera tað, men bara tað, at hann er har!, er so líðandi blivið nokk til at illgita ein sakarleysan mann, ið bara tímir væl at fáast við børn.
Mannfólk tíma altso ikki at verða uppfatað sum “ullint”, og harafturat uppliva samanpentaðar ákærur, ið kunnu gera tað av við teg. Ikki bara fakligt, men sosialt.
Eg kenni ikki tølini fyri Danmark, sorry, men í Englandi, síðani barnaváttanar-skipanina, er talið av mannligum lærarum og pedagogum minkað. No wonder.
Og talið av frívilligum minkar eisini. So nógv, at hesi feløg og frítíðarstøð, ið eru so avgerandi fyri barnsins vælveru og uppvøkstur, fyri lívið í lokalumráðnum, ikki longur klára at tiltuska seg til so mikið av frívilligum vaksnum, at tey klára at draga undan, men heldur pakka saman.
Klárt, at hindra misbrúk ímóti børnum er eitt tignarligt mál. Men ikki, um tú fyri at náa tað, krasjar alt frívilligt virksemi. Tað svarar jú til, at av tí at børn detta úr trøum og onkuntíð koma til skaðis, høgga vit niður hvørt tað evigt og einasta træ í donsku koloniini.
Eiheldur kenni eg tølini fyri abbar og teirra abbabørn, men eg ditti mær at gita, at teir í ein ríviliga forskrúvaðan máta, sum ein krystallklár avleiðing av sjúkligu pedofili-ræðsluni, eru farnir at ansa sær, áðrenn teir syfta lítlu Lisu á lærið til eina longri útgávu av “Nina, nina, náði”.
Er tað hetta, tit vilja? Tí tað er tað, tit fáa við at illgita hvønn Hanus og Janus, krevja váttan og annað vrøvl, heldur enn at nýta kritiskt skynsemi og skerpa innsatsin eftir teimum, ið vit faktiskt hava skikkaða orsøk at halda, vit veruliga eiga at geva gætur. Hervið sleppa vit undan at eitra sambandið millum børn og vaksin, at oyðiliggja samfelagið so at alt skal gerast “sambært sáttmála”, og tí missa sjálvbodnar eldsálir og aðrar filantropar tí at vit, líka frá byrjan av, mistrúgva okkara medmenniskju.
Ikki tí, at tú við hesum heilt steðgar potentiellum pedofilum, hvat tú heldur ikki gert við “váttanini”, men tí at fólk antin ikki finna seg í at blíva kannað, halda tað vera fornermandi, finna seg í at skula prógva, at tey ikki eru pedofilar, (tí nakað faktiskt eitur privatlív!), at tey ikki tíma at fáast við hasa bureaukratisku, frælsiskaprandi og tíðarstjalandi skræpuna, ella tí at tey prinsippielt, reint ideologiskt, eru ímóti hesum mannahatska politikki.
Orsøkin er órelevant, tað er líka mikið hví, tí pápar, takkað veri krígsóðum mammum, tíma ikki hetta roksið longur.
Eitt kvink ørandi, kanska, men motivið handan “barnaváttanina” ber á brá av “krígnum ímóti narko”, har meiri vit hava kannað og bannað, meiri av helviti til hevur tað gingið; tað er ikki bara enn har, men útboðið er enntá vaksið.
Tí var tað ikki heilt óáhugavert at hoyra trivnaðarstjóran í Havnini herfyri viðganga, at hann so ikki kendi til nakað dømi um pedofili, ið hevði kunnað verið fyribyrgt, høvdu vit havt lóg um barnaváttan. “Og tí mugu vit hava sovorðna”, hugsi eg, skilvísið hjá kommunumanninum gongur.
Hetta er sami ráðaríki leistur sum alkohol-politikkurin hjá Ferðslutrygd, har tað mælti naivum politikarum at lækka promillumarkið frá 0,5 promillu til 0,2, hóast ongin bilførari nakrantíð seinasta 10 árini hevur voldað nøkrum ógvusligan skaða ella dripið nakran av tí at førarin hevur koyrt við eini promillu millum 0,2 og 0, 5. Og hetta í Norra við einum íbúgvatali á knappar 5 miljónir, ikki sløk 50 túsund.
Men fyri Ferðutrygd snýr tað seg ikki um trygd, men fasistiska tamarhalds-ideologi.
Og so er tað eisini við irrationellu og universellu pedofili-jakstranini: at heldur enn at finna hasar tíggju reyðu smásteinarnar á mektigu strondini við hvítum smásteinum, hevur trivnaðarstjórin sett seg fyri at finna allar teir hundrað túsund hvítu ístaðin, tí hitt er ov strævið.
Grundhugsanin aftanfyri “barnaváttaninina” er grundliggjandi misantropisk: ein og hvør vaksin, sum hevur hug at hjálpa børnum, er ein møguligur pedofilur inntil tað øvuta er prógvað!
Áðrenn tú sum vaksin hevur “samband við børn”, mást tú “kannast”. Barnamisbrúk verður tí ikki longur flokkað sum eitt minnilutabrotsverk, ið best verður takklað av einum trúliga serkønum toymi av sosialráðgevum og sálarlæknum—líkamikið um barnamisbrúkarin kemur út úr klivanum ella ei.
Nei, barnamisbrúk er allastaðni, tað er í okkum øllum og í hvørjum mannaforholdi; tað er fjalt og møguligt í hvørjum manni, sum vikuliga stendur á síðulinjuni á einum beinfrystum graslíkisvølli í etandi kolandi stormi, halda hysterisku Facebook-mammunurnar.
Líka eitt (!), áðrenn eg við vilja verði misskiltur: eg havi onki ímóti, at vit kekka fólk, men ikki við einum óliberalum og samfelagsetsandi amboði. Eg eri fyri, at staturin umsitur ein “forboðslista” yvir fólk, sum av ymsum grundum ikki eru egnað at vera saman við børnum; til dømis kanst tú krevja av ávísum professiónum at krosskekka síni starvsfólk í mun til handa listan. Problem fiksað.
Tú konsentrerar innsatsin ímóti probleminum, ímóti pedofilum, og samtíðis sleppur staturin undan at fara við øllum menniskjum sum møgulig svín. (At vit so eisini herða revsingina fyri misbrúk, ok fyri meg—fyri hvat tað er vert.)
“Barnaváttanin”, hinvegin, leggur upp til, at øll eru undir illgruna, at øll skulu kannast í høvd og reyv, at staturin skal gera ein “tryggan vaksnamannalista”. Ert tú á honum, sleppur tú at organisera judokappingar; um ikki, sleppur tú ikki.
Í “krígnum ímóti pedofilum” er eisini vert at hava í mentu, at barnamisbrúkarans himniríki ikki er ítróttarfeløg ella dramaverkstøð, men heimligt umhvørvi.
Orðað øðrvísi, og meiri “forstáiligt”, í alraflestu førum er tað ikki pedagogurin ella kórleiðarin, ið er tann pedofili, men gubbi og co. So, um vit veruliga skulu “tryggja” børnini, hví tá ikki krevja barnaváttanir frá allari familjuni, líka frá stórabeiggja til tippabba?
Og okkara dámligu grannum, tí “mann veit jú ongantíð”. Og, um tað forbistraða skuldi hent, at tykkara yvirvardi gullmoli, “vælsignilsið hjá mammu síni”, hevur ein vin ella fimm, so eisini frá tess foreldrum og hasum “merkiliga” manninum, ið plagar at vitja tey... og altíð tá eg eri har.
Nei, Slík kanningarskipan, ið illgrunar øll, alt fólkið, alla múgvuna, kemur ikki bara okkara barni í størri vanda fyri illameinandi vaksnum, sum forrestin ikki lúra á hvørjum horni, óansæð hvat hysteriskar mammur halda uppá, men oyðileggur mátan, ættarliðini fara við hvørjumøðrum uppá.
Her skal ikki ónormalt heilavirksemi til fyri at fata, hvat eg sipi til. Null hokus-pokus, bara fordómaloysi.
Um vit skilja og virðismeta handa avgerandi leiklutin, onnur vaksin spæla í tí ofta takkarleysu skyldu at uppala eitt barn, lat okkum tá vera fullvegis greið yvir tær sindrandi avleiðingar, “barnaváttanin” fer at hava.
Av tí at ætlanin umfatar øll vaksin, hvørs lønta ella ólønta arbeiði handlar um at menna eitt samband við børnini hjá øðrum vaksnum, er “álit” eitt fráskila sentralt hugtak. Eitt lítið, men sera týðandi orð.
Hugskotið, at títt barn nakrantíð fer at læra at hava álit á onnur vaksin, ella at onnur børn læra at hava álit á tær, er farið frá onkrum, ið bara er nakað gott og ein sjálvfylgja í uppalingini av tí næsta ættarliðnum, tað mest natúrliga ever, til eina prosess, ið fær øll hugsandi sløg av idiotiskum alarmklokkum at ringja.
Legg tá eina “barnaváttan” oman á hysterikkin, og støðan gerst uppaftur ræðuligari. Hvat nú um hin persónurn er óálítandi? Hvat nú um eg ikki longur havi hug at taka ábyrgd? Sjálvt um eg veit, eg ikki eri pedofil, hvat fara fólk ikki at halda, um tey síggja meg fara við lítlu Katrinu á vesi ella smyrja sólkrem á høgra fót?
Sært tú, at taka sær av børnum er ikki longur nakað, vit bara gera. Nei, nú mugu vit hugsa um tað. Vit mugu hugsa um avleiðingarnar av øllum tí, vit gera og siga, hvørja rørslu og hvørt eygnaskot, øllum samspæli, og viga hetta upp ímóti, ja, at eg til sjúund og síðst má ansa eftir mær sjálvum.
Avleiðingin av hesum ellibita er ein statsgóðkendur mótvilji at vilja taka ábyrgd, ið skjótt verður normaliserað sum vanligt skynsemi; og hetta, mínir vinir, fer at gera samsavnandi støðuna hjá børnum, og ikki bara trygdina, dekan verri. Um tað, at ansa eftir annara børnum verður fatað sum ein vági, nakað risikabult, tá verður tað eitt akivt val, og ikki nakað, ein umsorganarfullur samfelagsborgari bara ger.
“Barnaváttanin” perverterar handa grundleggjandi mannaimpulsin, har vaksin og børn eru saman um gerandisdagin. Hon og hennara hysterisku mammur vilja heldur skifta umsorgan og íblástur út við fráleika, angist og misálit, og soleiðis isolera børn í tí trúgv, at verðin er ónd.
Stakkala børn!
Eftir: Agga Niclasen
(Long Read)
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo