Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Jólatræið á Vaglinum verður tendrað 1. desember kl. 15.30. Eftir at jólatræið á Vaglinum er tendrað, verða hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað. Her er yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður. Broytingar kunnu koma fyri.

Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað við kirkjuna sunnudagin 2. desember kl.12:15 eftir guðstænastuna. Havnar Hornorkestur spælir. Gunnvør Balle, býráðslimur, og Derhard Jógvansson, prestur, bera fram røðu.

Í Hoyvík verður jólatræið tendrað sunnudagin 2. desember kl.17:45. GHM spælir. Turið Horn, býráðslimur, og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu.

Í Kollafirði verður jólatræið tendrað við skúlan týsdagin 4. desember kl.17:00. Hornblásarar úr GHM spæla. Bergun Kass, býráðslimur, og Maria Jørðdal Niclasen, prestur, bera fram røðu.

Á Velbastað verður jólatræið tendrað við skúlan mikudagin 5. desember kl.17:00. Havnar Hornorkestur spælir. Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu.

Í Kaldbak verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 8. desember kl.15:30. GHM spælir. Annfinn Brekkstein, býráðslimur, og Heri Joensen, prestur, bera fram røðu.

Á Argjum verður jólatræið tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 8. desember kl.17:00. GHM spælir. Turið Horn, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu.

Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað leygardagin 8. desember kl.18:00. Havnar Hornorkestur spælir. Bjørg Dam, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu.

Í Hesti verður jólatræið tendrað sunnudagin 9. desember kl.15:30. Teistin fer av Gomlurætt kl.14:30 og úr Hesti kl.19:30. Frelsunarherurin spælir. Jákup Dam, býráðslimur, og Palli Petersen hjá Frelsunarherinum bera fram røðu.

Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 9. desember kl.17:00. Ternan fer av Havnini kl.16:20 og úr Nólsoy kl.19:25. Havnar Hornorkestur spælir. Halla Samuelsen og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu.

Í Norðradali verður jólatræið tendrað við skúlan sunnudagin 9. desember kl.18:00. GHM spælir. Derhard Jógvansson, prestur, ber fram røðu.

Í Syðradali verður jólatræið tendrað fríggjadagin 14. desember kl.19:00. Messingbólkurin úr Tórshavnar Musikkskúla spælir. Heri Joensen, prestur, ber fram røðu.

Jólatræið á Vaglinum verður sum sagt tendrað 1. desember kl. 15.30. Aftur í ár koma jólamennirnir á vitjan og við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið, sum er ein gáva úr Reykjavík.

Tiltakið Barnajól verður leygardagin 8. desember. Hetta er eitt tiltak, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, og sum frálíður fara vit eisini at hoyra meira um tiltakið.

Leygardagin 15. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum, sum gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum.

Jólabýurin letur uppaftur í ár. Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu smátturnar. Eisini koma jólamenn í býin á rossabaki. Hetta verður leygardagin 22. desember.

Afturat hesum kann nevnast, at jólavikuna, tað vil siga seinastu vikuna áðrenn jólaaftan, hava handlar í býnum og SMS leingi opið, ein rúgva av jólatónleiki verður í býnum og sjálvandi eisini jólamenn við karamellum.

Somuleiðis vera sølubásar í Tinghúsgarðinum, har møguligt verður at keypa sær kakao og annað gott.

Tað er Visit Tórshavn, sum aftur í ár samskipar Jól í Miðbýnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo