Tað er stórur dagur í flogbóltsbygdini Sørvágur í dag og frá klokkan 10 bjóðaði Sørvágs kommuna til morgunkaffi í Marghøllini.
SÍ hevur kvalifiserað seg í 9 av 10 steypafinalum hjá teim yngru í flogbólti, og longu nú er greitt at fyrsta finalan er vunnin. SÍ b gentur 14 ár vunnu 2-0 á Ternuni í morgun.
Steypafinalan í flogbólti hjá monnum millum SÍ og ÍF byrjar kl 13.30 í dag í Høllini á Hálsi í Havn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo