Yvir 50.000 fólk hava verið á gøtuni í georgiska høvuðsstaðnum, Tbilisi, har tey hava mótmælt tí tey kalla "russisku lógin".
Lógin ger tað til krav hjá øllum felagsskapum sum fáa meira enn 20% av síni fígging úr útlandinum, at tey skulu boða myndugleikunum í landinum frá.
Tey atfinningarsomu siga, at lógin fer at verða brúkt til at teppa tey sum finnast at landsins myndugleikum. Ein líknandi lóg kom í Russlandi í 2012, og har eru síðani fleiri miðlar og felagsskapir gjørdir ólógligir og stongdir, tí tey skulu ganga ímóti landsins áhugamálum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo