Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Framtíðin á útoyggj (og útjaðara) hevur leingi riðið um røðina til avfólking.

Ber til at venda fráflyting til tilflyting? Vit hava roynt so mangt, men til fánýtis.

Og tó.

Tað kundi altíð verið verri, sum í flestu av lívsins viðurskiftum.

Okkara smærri ferjur og tyrlan hjá SSL gera sítt ítasta, men tykjast ikki at bjarga útoyggjunum.

Spurningar:

1. Høvdu vit fingið betri skip og tænastur, um SSL varð umlagt til partafelag?

2. Hevði ein serskild skattaskipan fyri útoyggjar bent fólkaflytingini rættan veg?

Okkum nýtist ikki at gera Nólsoy til Gibraltar, Svínoy til Guernsey ella Føroyar til Isle of Man, blómandi lágskatta- og vakstrarøki.

Til tess hevur sosialisman (øvundin og arvasyndin) ov fast tak í okkum.

Men Norra hevur serskilda skattaskipan fyri Troms, Finnmark og Svalbard við betri úrsliti, enn Føroyar hava klárað at vent gongdini á útoyggjunum.

... Ella hví ikki royna norsku skattaskipanina til at tryggja allar Føroyar?

Hon hevði riggað betur enn skattliga pilkið og nartlið við ‘lyftum’ og ‘nøkkum’ hjá sosialistiska Landstýrinum.

Nøkur døpur dømi um fráflyting
Ein bygd sum Gjógv taldi upp móti 300 fólkum, tá fólkatalið toppaði um kríggið. Nú búgva bert eini 20 fólk har um veturin.

Ein fyrr fjølment útoyggj sum Svínoy táttaði í 300 fólk. Tey høvdu fleirraddað kór.

Í Mykinesi búðu um 200 fólk. Teir spældu fótbólt, høvdu svimjihyl og skeið fyri lærarar í ítrótti.

Í Koltri gekk føroyski dansurin alla náttina eftir fólkaatkvøðuna í 1946. Í dag er Koltur ein tjóðargarður.

Hestur toppaði við 130 fólkum um kríggið.

Í dag ana Hestur, Mykines og Svínoy við um 20 íbúgvum hvørt um veturin.

Í Skúvoy toppaði fólkatalið tætt í 200. Tey spældu hondbólt. Nú eru 20 fólk har um veturin. Men bygdin hevur megnað at fáa nýtt vatnverk og kloakkskipan.

Tey vóna vend í fólkatali við tunli av Skarvanesi um Skúvoy til Suðuroyar.

Í Fugloy vóru 45 skúlabørn undir krígnum. Nú búgva eini 10 fólk har á vetri.

Í teim 4 bygdunum í Kalsoy búðu útivið 300 fólk um kríggið, nú væl færri. Stórt fráhaldsfelag var og er í Mikladali.

Fleiri ‘borgarar’ enn ‘íbúgvar’
Men tíbetur hava nevndu bygdir fleiri skattgjaldarar enn ‘íbúgvar’, nakrar av lágum kommunuskatti.

Í Nólsoy búgva nú 225 fólk. Tey vóru 380, tá fleiri fiskiskip vóru og flakavirki fyri bert 40 árum síðan. Har var kór og kvøldskúli.

Mykines, Svínoy, Kalsoy, Gjógv, Nólsoy og Hestur eru nú limað inn í ávikavist Sørvágs, Klaksvíkar, Sunda og Tórshavnar kommunu.

Men samanleggingarnar hava ikki tálmað fráflytingini so nógv, sum ætlað.

Útoyggjarnar kosta SSL nógv
Tað kostar dýrt at varðveita nøktandi sjó- og loftvegis samband við útoyggjarnar.

SSL røkir sambandið við eldri bátum og upplýsir hesi rakstrartøl fyri 2022:

Fugloy/Svínoyarleiðin (um Hvannasund) kostaði í fjør um 8 mió kr.

Bilferjan Sam millum Klaksvíkar og Syðradals (Kalsoyarleiðin) 7 mió kr.

Mykines (serskild skipan við Jósup) 2 mió kr.

Nólsoyarleiðin av Havnini 13 mió kr. (Í 2021 tað dupulta, tí Ternan var í dokk).

Skúvoyarleiðin um Sand 4 mió kr.

Tyrlan, ið flýgur mest til útoyggjar, kostaði í fjør 14 mió kr.

Erla Kongsdóttir røkir eisini mest útoyggjar fyri 4 mió.

Íalt kostar ferðasambandið við bátum og tyrlu til útoyggjar (eisini av dýrari olju) um 50 mió kr.

Suðuroyartunnil avloysir Smyril
Tað er næstan líka dýrt, sum sambandið til Suðuroyar við Smyrli kostaði í 2021.

Á útoyggjum búgva nú nøkur fá hundrað fólk íalt.

Í Suðuroy búgva útivið 5.000 fólk, og har er stór útflutningsvinna, um 1 mia kr árliga.

Um kostnaðurin av útoyggjum vigaði tyngst, so vóru tær alt ov dýrar, og sambandið niðurlagt og fólkið flutt (sum í Grønlandi á sinni).

SSL upplýsir, at oljan kostaði heilt upp í 8 kr/l ein part av 2022, so útreiðslurnar av hesi flutningstænastu var væl hægri í fjør enn vanlig ár.

Hvar oljan endar, gera altjóða klimakultistar av (sum Greta og Ingilín).

Smyril kostaði í fjør 94 mió kr íalt, mest av høgum oljuprísi, heilar 40 mió kr meiri enn í 2021 (takkað veri Biden, Putin og klimafascistum).

Herjólfur kom aftrat Smyrli á Suðuroyarleiðini í fjør fyri 12 mió kr.

Tunnilsgjaldið til Suðuroyar fer at bera dastið av tunlinum, um hann tekniskt er gjørligur og tí gerst veruleiki um 2033.

Men tá sparir SSL kostnaðin av Smyrli.

SSL í eitt (alment) partafelag
Tað hevur verið stak trupult hjá SSL at røkja sínar tænastuskyldur til útoyggjar.

Eftir umstøðunum ger SSL gott arbeiði.

Skipini eru gomul, krevja nógv viðlíkahald og klára illa at avloysa hvørt annað.

Um SSL skal hava nýtt (ella brúkt) skip, kostar tað 10-tals mió kr at útvega.

Eftir verandi skipan rindar landskassin alt nýtt. Men tingfólk verða noydd at velja millum tunlar á meginøkinum og útoyggjaskip.

Politikarar vilja fegin vera bæði ‘reiðarar’ og ‘tunnilsstjórar’.

Tað gevur atkvøður, men hvørki bestu raðfesting av íløgum ella bíligan rakstur.

Tí er spurningurin, um SSL ikki átti at verði umskipað til alment ella privat partafelag.

Undirsjóvartunlarnir eru partafeløg. Annars høvdu vit ikki fingið fíggjað Eystur- og Sandoyartunnil.

SSL sum partafelag hevði givið høvi til at endurnýggja flotan yvir eitt fast áramál.

Landskassin hevði goldið fyri hesa tænastu sum higartil, og SSL sjálvt avgjørt eina byggiætlan, sum skjótari hevði útvegað nýggj skip.

Útoyggjar serliga skattaskipan
Norra hevur (eins og onnur lond) sama stríð sum Føroyar at halda fólkinum á útjaðaranum.

Hesin trupulleiki var ikki, tá fólk livdu av fiskiskapi í summarhálvuni, útróðri á vetri og so av trøðni, veltuni, kúnni í hvørjum kjallara og seyðahaldi.

Tá var minni munur á stórplássum og smáplássum.

Nú tøla glampandi ljós frá stórstøðum - við mentan og málageipan, skúlum og skálan, tónleiki og trunkan, kaffi og ‘latte’, dansi, transi og svansi, hvítum kitlum og tempereraðum skrivstovum fólk burtur av útplássum, ið liggja avvelt í brimi á vetri.

Norra brúkar lágskatt til útjaðaran
Norðastu fylkini í Norra, Troms og Finnmark, eru 75.000 km2 til víddar, (t.e. 50-falt størri enn Føroyar)

Har búgva 244.000 fólk (5-falt so nógv sum í Føroyum) í bygdum og býum, onkrir á stødd sum Havnin og størri (Tromsø hevur 65.000 íbúgvar).

Fyri at varðveita fólkatalið norðan fyri pólkringin fáa hesir norsku ‘pólbúgvar’ við kaldari og myrkari vetrum men lýggjaru og ljósari sumrum enn Føroyar fleiri skattalættar.

Ein skattgjaldari í sonevndu ‘Tiltaksonen’ fær lægri skatt, MVG og el-prís, men hægri persónsfrádrátt, bíligari hús og barnaansing í ‘Utkantsnorge’.

Tey fáa enntá hægri (almenna) løn enn aðrir norðmenn – uttan fólk á Svalbard, sum í viðbót hvørki gjalda skatt ella MVG.

Fólk fáa sína lestrarskuld niðurgoldna skjótari (upp í 25.000 kr árliga) enn aðrir norðmenn.

Tey fáa betri inntøkur og minni útreiðslur, upp í 60.000 kr hvør árliga.

Bert eitt Slættanes í Føroyum
Har slepst ikki at ‘búgva’ í postkassa á bygd og hava tilhald á meginøkinum.

Men, høvdu Føroyingar við tilknýti til útoyggjar o.o. flutt útaftur, um vit har sluppu undan eitt nú landsskatti?

Tað vita vit ikki fyri vist, tíverri.

Vit eru tó fullgreið yvir, at verandi skipan kann bert enda við, at útoyggja Føroyar doyggja út.

Eitt Slættanes og Koltur áttu at verið nóg mikið.

Um fleiri útpláss enda sum Slættanes og Koltur, gerast vit fátækari, ikki fíggjarliga, men sum tjóð, fólk og mentan.

Ræðslan hevur altíð verið, at allar Føroyar gerast útjaðari hjá Danmark (og Norra).

Tað kundi verðið endin í 1930-, 50- og 90-árunum.

Tað er ‘tóm tava og deyðin’, sum Heðin Brú kvað.

Ikki um okkara lík. Upp at stríðast!

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo