Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Borgarlig fólk vilja, at fleiri og fleiri ‘breyð’ verða ‘bakað’ til at styrkja búskapin.

Sosialistar brúka sína orku til at mola breyðini sundur at keypa atkvøður fyri.

Borgarlig fólk í enskmæltum londum gera mun á ‘Makers and Takers’.

‘Lætt er at rista breiðar álir av annans húðum,’ søgdu tey gomlu so vísliga.

Hugsaði um slík hugtøk, nú Bakkafrost (BF) ávaraði okkum í tíðindaskrivi.

BF saknar 300 mió árliga í eykagjaldið, ið samgongan ‘tekur’ frá alivinnuni.

Hamas - og Biden-varpið í Sortudíki bað eina phd. lækka tøkugjaldið. Úr 3 - niður í 2-falt.

Mong harmast veiðigjaldið, ið skip við avlopi mugu ofra eyka í landskassan.

Danska ‘Frihedsbrevet’ ákærir Næraberg fyri at drena kapital úr Føroyum.

Jan og Barbara royna sum vant at gera gølur (uttanlands) um Føroyar.

Hesir spilliklútar klára ikki at binda tveingirnar hjá Hanusi Hansen.

Hanus hevur 500 fólk í Klaksvík og aðrastaðni til arbeiðis á sjógvi og landi.

Frihedsbrevet gevur hall, men JFK samtakið rindar 100-tals mió kr í lønum.

Tað gevur so eftir skatta% upp í fleiri 100 mió kr í skatti til land og kommunur.

Ávaring ella neyðarkall
Ná, men henda greinin nertur serliga við hækkaða eyka tøkugjaldið.

Tað drenar vinnuna, til hon ikki orkar at fíggja almenna geiran til gagns fyri øll.

Sum tá ein kúgv ikki fær nokk kraftfóður til at mjólka optimalt og ørmaktast.

Sama, tá skatta%-ið er so høgt, at okkara veikastu treingja studning frá Almu.

Orsaka einføldu orðamyndirnar. Men tær geva ofta góða meining og fatan.

BF ávarar í tíðindaskrivinum um 1. ársfjórðing í 2024 ímóti, at:

1) Sølan av laksi er økt 8% jan-mars í ár, men tøkugjaldið hækkaði 300%.

2) Tøkugjaldið jan-mars í ár er 112 mió kr móti 38 mió kr somu tíð í fjør.

3) BF noyddist av eyka tøkugjaldinum at siga 140 fólkum upp í meirgóðsking.

4) So má landsbúskapurin vera inntøkur og skatt hjá teim 140 fyriuttan.

5) Talið á starvsfólkum var um 1200, men liggur nú nærri 1000.

6) Íløgurnar í Føroyum hava táttað í 1 mia kr árliga (umframt tað í Skotlandi).

7) Nýggja lívfiskastøðin í Skálavík er slept, og smoltstøð kemur ístaðin.

8) Smoltstøðin í Ónavík í Lopra er tí eisini útsett.

9) Partbrøvini hjá BF hava mist 5% ella 1,8 miljard kr í virði.

10) Tað kann gera, at fleiri útlendingar velja onnur íløgumál enn Føroyar.

11) Tøkugjaldið ger tað trupult hjá BF at gera sølusáttmálar fyri liðugtvørur.

Men Høgni, Dennis o.a. missa ongan svøvn av BF, tí teir vita nógv betur.

Hvat eru 1,8 mia kr ímillum politiskar vinir og planøkonomisk flogvit?

‘Makers and shakers’
Sum kunnugt er alt arbeiði vert ta løn, ið arbeiðstakari og –gevari semjast um.

Øll, ið hava heilsu og vilja at arbeiða fyri sína løn, eru hana verd og verdug.

Mong velja at vera almenn tænastufólk. Tað gevur trygd og miðal hampa løn.

Onnur velja frælsi og váða fyri at tjena meir, og váðin kann føra til pengamiss.

Men javnstøða fyri lógini er ikki javnrættur til somu løn uttan mun til arbeiði.

Sosialistisk ideal mugu ikki javna allar inntøkur út til øll uttan mun til innsats.

Politikarar eiga ikki at javna vilt millum virknar og óvirknar borgarar.

Virðisgerð má politiskt raðfestast hægri enn tað, ið ikki skapar materiell virði.

Tað er ‘óðakonuverk’, at Ruth Vang nú pjátrar um býlisískoyti í Føroyum.

Politikarar eiga høvuðsskyldina í, at sethúsaprísirnir eru darvandi høgir.

100-tals leigubúgvar við stuðli verða sosialistar. Ognarskattur er næsta stig.

Lánskuldin av eini 500 nýggjum húsum á 3-5 mió kr + !% knúsar húsaeigarar.

Munur á monnum
Hvør munur er á t.d. Regini, Hanusi, Chr. Martini, Mortani, Anfinni og Boga...

...sammett við t.d. Høgna, Dennis, Aksel, Bjørt, Jan, Johan, Ruth og Óla B?

Jú, Hvør teirra í ovari reglu er fyri búskapin verdur fleiri 100 av okkum í niðari.

Sosialiststjórnin í Noreg hækkaði í 2020 ognarskattin úr 0,8% upp í 1,1%.

Tí eru fleiri 100 av Noregs ríkastu vinnulívsmonnum fluttir til Sveits og Spania.

Hvørjum livdu føroyingar av, um sama hendir í Føroyum... av Høgna Hoydal?

Munur er nevniliga á Makers og Takers. Munur er á monnum.

Fleiri politikarar, akademikarar og topp pamparar meta seg sjálvan sára høgt.

Sosialistar ynskja at lemja okkara vinnulív(smenn) og býta rovini millum sín.

Slikir sum Hoydal og Holm róta búskapin á sjógvi og landi upp í ein ellibita.

Okkara botnfiskivinna í heimaleiðum er friðað og reglerað í hel.

Tá rýma ikki bert virðisskapandi vinnulívsfólk. Meinigi føroyingurin flytur eisini.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo